Í morgun frættist, at franska fregattin, sum liggur á molanum í Havn, hevur boðað løgregluni frá, at ein drona hevði flogið uppi yvir franska hernaðarskipinum mánakvøldið, tá tað lá við molan í Havn. Manningin á fregattini eygleiddi ein mann, í myrkum klæðum, sum stóð undir Landssjúkrahúsinum, sum tey halda vera tann, sum stýrdi dronuni.
Vit hava fingið myndir sendandi av einum manni í myrkum klæðum, sum tann 20. mars í ár fleyg við dronu yvir Havnarvág og uppi yvir fronsku fregattini Auvergne, sum hendan dagin lá á molinum í Havn.
In.fo veit, hvør maðurin er. Vit hava ringt til hansara og spurt, um tað eisini var hann, sum fleyg við dronu yvir fronsku fregattini mánakvøldið.
Maðurin afturvísir øllum blankt og sigur tað vera tvass, tá vit spyrja hann.
Lesið eisini: Ókend drona sædd oman fyri hernaðarútgerð í Havn
Hann noktar eisini, at hann hevur flogið við dronu yvir fronsku fregattin Auvergne 20. mars. Hann kann hava flogið yvir havnarlagnum tá, sigur hann, tí tað ger hann viðhvørt, tá hann skal taka myndir.
Men sum myndirnar vísa, so fleyg hann við dronu hendan dagin, og myndatakarin sá dronuna yvir fronsku fregattini, uttan tó at geva sær størri far um tað hendan dagin.
##med2##
##med3##
##med4##