Uppskot um berarakanningar sent til ummælis

Broytingaruppskotið hevur við sær, at Sjúkrahúsverkið skal skipa eitt tilboð um berarakanningar fyri deyðiligar ílegusjúkur í Føroyum.

 

Heilsumálaráðið hevur sent eitt uppskot til broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið til ummælis. Broytingaruppskotið hevur við sær, at Sjúkrahúsverkið skal skipa eitt tilboð um berarakanningar fyri deyðiligar ílegusjúkur í Føroyum.

 

Við lógaruppskotinum fáa øll í aldrinum 18 til 45 ár, og makar hjá staðfestum berarum, eitt tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum ílegusjúkum. Hetta styrkir sjálvræðið hjá einstaklingum og gevur familjum betri vitan at grunda sínar avgerðir á.

 

Talan er um deyðiligar ílegusjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni, og sum ikki kunnu viðgerast. Hetta er fyrstu ferð, at eitt slíkt tilboð verður lógarfest í Føroyum.

 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur:

 

Við hesum uppskotinum, taka vit eitt stórt stig í arbeiðinum at fyribyrgja deyðiligum ílegusjúkum í Føroyum. Vit ynskja at geva pørum og einstaklingum betri møguleikar at taka upplýstar avgerðir við støði í vitan um egna arvaliga støðu.

 

Ætlanin er, at tilboðið við berarakanningum skal setast í verk 1. juli 2026. Broytingaruppskotið er sent til ummælis hjá viðkomandi pørtum og alment á ummælisportalin.

 

Hetta skrivar Heilsumálaráðið og meira sæst um hetta á hmr.fo.