Tvey valevni, sum stillaðu upp til seinasta løgtingsval hava meldað seg úr Sambandsflokkin sum beinleiðis avleiðing av, at Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið við til at leggja uppskot fram um fosturtøku. Tey halda ikki, at ein tinglimur hjá Sambandsflokkinum skal gera tað, hóast flokkurin fleiri ferðir hevur gjørt greitt, atí etiskum málum stendur tinglimum frítt at atkvøða.
Annar av nú fyrrverandi limunum í Sambandsflokkinum er Edva Jacbsen í Fuglafirði, sum áður hevur sitið á tingi fyri Sambandsflokkin.
Eisini Helgi Abrahamsen hóttir við at fara úr flokkinum. Við útvarpið í kvøld segði hann, at hann umhugsar støðuna. Hann tekur seg møguliga úr flokkinum, um uppskotið um forsturtøkur verður samtykt í Løgtinginum.
– Hatta slagið avmálum eru øgiliga trupult at viðgera bæði Sambandsflokkinum og í øðrum flokkum. Vit hava so loyst tað við at siga, at tað stendur tinglimum frítt at atkvøða, men hesini málini blíva so nógv, og tað er tað trupult, at eingin flokslinja er, segði Helgi Abrahamsen.
Hann er eisini ónøgdur við, at tveir sambandslinglimir soleiðis »hjálpa samgonguni«.
– Fyri tað fyrsta er ein av okkara tinglimum við til at leggja málið fram, og fyri tað annað, so hevur samgongan ikki 17 atkvøður aftan fyri málið – og so standa tveir av okkara tinglimum klárir at hjálpa, segð Helgi Abrahamsen við útvarpið.
Hann ynskir, at Sambandsflokkurin ger greiðar reglur um slík mál frameftir.
Tá Kringvarpið spyr ítøkiliga, um hann meldare seg úr Sambandsflokkinum, um uppskotið verður samtykt, svarar Helgi Abrahamsen:
– Tað er bestemt ikki óhugsandi, men tað veldst um, hvat vit kunnu semjast um framyvir, segði hann.
Hann vísir á, at tað eiga at vera púra greiðar reglur, um tingfólk hjá Sambandsflokkinum skulu sleppa at vera við til at leggja slík uppskot fram.