Um tú hevur keypt tær pylsur av slagnum Rema 1000 Partypølser, er tað eitt gott hugskot at hyggja einaferð aftrat eftir pakkanum. Tað er vandi fyri, at metalpettir kunnu vera í vøruni, og metalpettir kunnu gera skaða á tenn, munn og svølg.
Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá. Tí verða pylsurnar afturkallaðar av virkinum, Reitan Distribution A/S. Nettovektin er 500g, vøran er framleidd 19/12-18 og gongur út 16/1-19.
Plast í vaniljukransum
Hetta er ikki einasta vøra, ið er seld í Føroyum, sum verður afturkallað. Virkið Max Krone Aps afturkallar tvey partíir av vaniljukransum frá Brødcooperativet Vaniljekranse. Tað er vandi fyri, at smá stykkir av sylvurlittum plasti eru í køkunum, og tí eru vaniljukransarnir ikki egnaðir til matna. Nettovektin er 150 g, og vørurnar gingu út ávikavist 2. og 9. januar.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki, ið hava keypt hesar vørurnar, um at lata vørurnar aftur ella beina tær burtur.