AFTURSVAR 2

Heri Mohr

Góði Sonne Smith.
Uppískoyti til mítt fyrra bræv.
Flest øll, ið hava sjónvarp í stovuni, vita hvør Columbo er. Detektivurin
- í gomlum, slitnum frakka og við uppgjørdum gloymsku- og gáloysnislótum -
sum støðugt tekur aftur um aftur, tá ið prátið annars er liðugt.
Slíkt gáloysni, men tíverri ikki uppgjørt, argar meg ferð eftir ferð, tá ið okkurt
úr mínum penni er farið í bløðini, men tá kann eg ikki, sum Columbo, venda við
aftur við rætting ella uppískoyti. Tað skrivaða orðið fangar eins og (talv)borðið.
Í mínum aftursvari skrivaði eg, at føroyingar als ikki vóru niðurbundnir 6. oktober
1992, men tvørturímóti at hesin dagur var byrjanin til eina sera stóra og álvarsliga
skurðviðgerð av samfelagssvulli íkomin av almennum veðhaldum, landskassaútlánum og skipa-
upphøggingarstuðlum, sum áttu sín stóra leiklut í okkara niðurundirkomna samfelagsbúskapi.
Um hendan viðgerðin ikki varð framd við serkønari hjálp so at siga í stundini, stóð okkum valla hjálp til bjargingar. Harmiligt var tað, at hendan okkara lagnustund við eini villleiðandi sendirøð í okkara sjónvarpi varð gjørd til eitt konstruerað bankdrama, sum í roynd og veru var átøkt
bankgølum, sum um somu tíð komu fram í ljósið eitt nú í Norra og Danmark.
Um hesi lond høvdu verið í somu støðu sum okkara í Føroyum, fingu tey óivað rákan av ríkishúsagangi.
Landskassin var trælabundin av løgtingslógum um veðhald, útlán, stuðulsveitingar
og sum rosinan í pylsuendanum skuldi landsskassin eisini veita skipaeigarum hundraðtals
milliónir til skipaupphøgging. Skip, sum landskassin frammanundan í stóran mun hevði veðhildið fyri og veitt lán.
Tá ið bókin ”Frágreiðing um 80-árini” kom út í 2000, var hon lítið umrødd, og hvaðna minni
gjørdi okkara sjónvarp nakra framhaldsrøð tá.
Sum veð- og lánveitari varð landsskassin drenaður við umleið tveimum milliardum umframt
ótaldum mlliónum til ráfiskagrunnin. Tað ber til at siga, at landskassans peningagoymslur á hendan
hátt vórðu privatiseraðar.
Og nú 14 ár eftir ”skurðviðgerðina”- milliardirnar eru so líðandi farnar at gera vart við seg í okkara fíggjarheimi - verður í rama álvara framhildið frá løgtingsins røðarapalli, at lóggevast skal um privatisering ( einskilja er ikki í donsk-føroysku orðabókini 1995, og nógvir føroyingar skilja als ikki orðið) av landsskassans gullrandaðu pappírum, eitt nú P/f Føroya Banka, sum – umframt skatt – í nýggju ár hevur goldið landsskassanum 673 milliónir av bankans rakstraryvirskotum og P/f Atlantic Airways, sum eisini er eitt gott og gevandi alment felag. Um nú hendan privatisering ll neyðturviliga má fara fram, so eigur í minsta lagi 1 milliard at verða løgd oman á veruliga virði.
Palleba, neyðaradýrið, úrlatin, kann tá kanska fáa eitt sindur at goyma (og gloyma) skommuna við.
Men alt hetta, Sonne, ger okkum ikki til fæloysingar, sum tú vilt vera við, av teirri einføldu
orsøk, at Føroyar ongantíð hava verið proletariatsamfelag.
Okkara forfedrar vóru dugnaligir og arbeiðssamir, og vit kunnu loyva okkum at siga,
at vit her tosa um eina sálarliga sterka almúgu, men proletarar, nei.
Annað er, um ikki nationalisma stuðlað við religiøsari ekstremismu fer at vera støðið undir
einum kulturproletariati, sum pikkar upp á okkara dyr.
Tú skrivar, at vit føroyingar vórðu niðurbundin sum skurðlomb, tí tað vóru vit sum betaltu,
og at skuldin er næstan goldin. Hatta er partvíst satt.
Fyri 10 árum síðani skyldaði landskassin 6.6 milliardir. Tann 31. desember 2005 var skuldin
komin niður á 3.6 milliardir við tað, at afturgoldnar eru 2.1 milliardir, og ríkiskassin hevur
eftirgivið 900 milliónir. Av restskuldini nú eru 500 milliónir rentu-og avdráttarfrítt lán úr
ríkiskassanum.







oOo
Hendingar, sum í ávísan mun ávirka tilveruna, vekja associatiónir.
Frederik Dessau skrivar einastaðni, at ”en orm kan blive til en sommerfugl, et menneskes
udvikling er nærmest omvendt”.
Hann skrivar eina aðra staðni hugtak um tíðina, sum Shakespeare kallar ”tann gamli dómarin sum
dømir alt og øll”, og Beckett sigur ”at tíðin er eitt frelsandi og dømandi tvíhøvdað ódjór”:
-Tað er ikki gjørligt at sleppa undan tímunum og døgunum. Hvørki frá í morgin ella í gjár.
Eingin møguleiki er at sleppa undan frá í gjár, tí í gjár hevur vanskeplað okkum ella er vorðið
vanskeplað av okkum (…) Millum nógv annað pínufult innibera depressiónir eisini hugsprongd
stríð við tíðina, tá ið vit kunnu verða plágað av ímynding um, at tann avgjørt farna, ikki
afturkomandi tíðin var misbrúkt ella als ikki brúkt. Og hvat skal eitt gamalt menniskja svara, um
samvitskan krevur tað til roknskap, stutt áðrenn seinasta útkallið?
Sjálvákæra og gomul skuld kunnu gera ellisár beisk, og vit hava øll - eisini tey frægastu av okkum -
eitt og annað í farnari tíð at sættast við, sum kundi verið betri ella als ikki gjørt. Tá ið tað kemur
hartil, kann ein vóna, at viðføddur proportiónssansur er rímiliga væl fyri og ikki at taka synd í sær sjálvum, so at tað kann verður pláss fyri samkenslu frá øðrum fólki. Aðramáta verða vit einsamøll
saman við okkara egnu samkenslu.