Aftursvar til Jenis av Rana

Eivind Ortind Simonsen, Århus, og Birita Lamhauge Jóansdóttir, Ålborg


Nýligani hevði Jenis av Rana eitt langt lesarabræv í bløðunum, har hann umrøddi nøkur viðurskifti í samband við tey samkyndu og teirra støðu í samfelagnum. Vit vilja í hesum sambandi loyva okkum at seta nakrar spurningar við tað, sum hann frammførdi.

Sodoma og tey samkyndu
Jenis er ikki einsamallur millum kristnar føroyingar, tá tað kemur til at tríva í tí Gamla Testamentligu søguna um Sodoma og Gomorra og hví hesir býir bliva lagdir í oyði. Nærum øll fortelja søguna á tann hátt, at Sodoma og Gomorra blivu lagdir í oyði vegna tey samkyndu, og at hetta onkursvegna eigur at tæna okkum sum eina ávaring um, hvat vit ikki mugu gera. Hetta er skeivt av fleiri orsøkum. Fyri tað fyrsta, so eru bíbliusøgur ikki egnaðar sum leiðbeining til, hvussu okkara samfelag eigur at síggja út. Høvðusorsøkin til, at hetta er skeivt er tó tann, at bíblian ikki við einum einasta orðið nevnir nakað um, at Sodoma og Gomorra blivu lagdar í oyði vegna tey samkyndu. Í 1. Mósebók stendur bara nakað um, at synd teirra var ovurtung. Hvør syndin er fáa vit onki at vita um við at lesa 1. Mósebók. Tað fáa vit hinvegin nakað at vita um, í Ezekiel kapitul 16 vers 49-50, har skriva stendur “Hetta var misbrot Sodoma, systur tínar: Hugmóð; ov mikið av breyði og tryggan frið høvdu hon og døtur hennara; men hinum arma og fátæka rætti hon ikki hondina; tær vórðu hástórar og gjørdu tað, ið viðurstyggiligt var fyri ásjón Míni, og Eg beindi tær burt, táið Eg sá tað”.
Tað vil siga, at stórlæti og ein manglandi vilji til at hjálpa neyðstøddum var tað, sum legði Sodoma í oyði. Vit høvdu væntað, at Jenis og aðrir frammstandandi kristnir føroyingar, kendu bíbliuna so mikið væl, at tað ikki burdi verið neyðugt at fortalt teimum hetta, men eftirsum at tað frammhaldandi verður ført fram, at Sodoma og Gomorra blivu lagdar í oyði vegna tey samkyndu – hvat ikki er annað enn ein loddrøtt lygn – so vóna vit nú, at hesin feilur verður tikin til eftirtektar, soleiðis at vit ikki síggja tílíkt frammført aftur í almenna føroyska rúminum.

Náttúrligt ella normalt
Jenis brúkar eitt sindur av krúti uppá at frammstilla tey samkyndu sum havandi ein lívsstíl, ið ikki samsvarar við náttúruna ella er ónormalur. Vit hava ein varhuga av, at hann á hendan hátt roynir at gera okkum øllum greitt, at samkyndur lívsstílur ikki er nakað, vit eiga at geva innivist í okkara samfelag. Hetta er eisini nokkso løgið upp á nógvar ymskar mátar. Fyri tað fyrsta, so ER samkyndur lívsstílur náttúrligur. Fleiri kanningar eru gjørdar, sum vísa, at fleiri djórasløg hava pør, sum liva í einum samkyndum parforholdi. T. d. hava pingvinsteggjar í djóragarðum í bæði New York og Bremerhaven livað í samkyndum parforholdi. So samkynd parforhold eru náttúrlig. Ikki tí, tað spælir absolut ongan leiklut fyri okkara lógarverk, um nakað er náttúrligt ella ei. Tann menniskjasligi moralurin fyriheldur seg ikki til, hvat náttúran ger. Vit menniskju hevja okkum onkursvegna upp um tað, sum hendur í náttúruni, og skapa okkum virðir, ið liggja fjart frá tí, sum er at finna í náttúruni. T. d. er neyðtøka púra náttúrlig. Tað er bara at hyggja eftir levnaðinum í einum høsnagarði fyri at fáa vissu um tað. At drepa síni egnu fyri síðan at eta tey er eisini púra náttúrligt. Allíkavæl hava vit menniskju skapt okkum lógir, sum ikki loyva hesum, sjálvt um hetta er púra náttúrligt. Vit hava eisini dømi um lógir, sum loyva tí, ið ikki eru náttúrligt. T. d. er tað ikki náttúrligt fyri menniskju at koyra bil ella ganga í kirkju, men allíkavæl hava vit lógir sum loyva hesum. Alt hetta vísur okkum bara somikið, at tá tað kemur til okkara lógarverk, so spælir náttúrligheit og normaliteturin ongan stórvegis leiklut. Og tað eigur tað so heldur ikki at gera í hesum føri!

Guðs hús og tess fólk
Jenis undrast eisini á, at fjølmiðlarnir brúka so nógva orku upp á at frammstilla tey kristnu í einum ringum ljósi. Tað er eisini rætt, sum hann sjálvur førur fram, at tað eru ikki tey kristnu, sum kropsliga leypa á tey samkyndu, og tað er allarhelst eisini rætt, at samkynd ikki høvdu verið rikin á dyr, um tey stukku fótin innum í eini føroyskari samkomu. Tað er tó soleiðis, at vit í Føroyum hava ein trupulleika, tá tað kemur til at veita einum minnilutabólki í okkara samfelag verju, og tað er her, at tey kristnu liggja í buktini. Tað er nemliga soleiðis, at tað fyrst og fremst eru teir kristnu føroyingarnir, sum ikki vilja loysa hendan trupulleika, og harvið óbeinleiðis eisini eru við til at vælsigna, at fólk verða niðurgjørd og hótt vegna sína kynsligu orientering. Og harvið hevur Jenis so eisini svarið til, hví fjølmiðlarnir velja at varpa ljós á tann kristna vongin í Føroyum.
Tað er tó onki at ivast í, at ein hugburðsbroyting millum vanliga føroyingin hevði verið ynskilig, tá tað kemur til tey samkyndu, men tá tað kemur til at verja tey samkyndu ígjøgnum okkara lógarverk, so er ein hugburðsbroyting neyðug, hjá einum ávísum parti av kristnum føroyingum.

§68
Jenis nevnir í forbífartinum §68. Vit vita ikki reiðuliga hví – hendan lógarparagraf í Revsilógini snýr seg um alternativar fongsulshættir – og tað kann undra, at ein av okkara egnu lógarsmiðum ikki hevur størri skil fyri, hvat okkara lógarverk sigur. §68 hevur als onki við hetta mál at gera.
Um vit ikki hava misskilt okkurt, so vænta vit, at Jenis meinar við §266b. Hann gremur seg um, at føroyska løgreglan hevur úttalað seg alment um, at tað ikki er nakað í lógini, sum forðar fólki í at sita eitt vanligt vikuskifti á einum dansistað í Havn og ígjøgnum fleiri tímar niðurgera og útspilla ein persón við eini annaðleiðis kynsligari orientering, enn tann hjá meirlutanum av fólkinum í Føroyum. At Jenis fær ilt í sálina av, at løgreglan alment staðfestir veruleikan í Føroyum kann undra. Hetta er jú soleiðis! Og um tað kemur hartil, at tað byrjar at útvikla seg eitt anarki í Føroyum, har ljóshærd ella fólk við breki fara at blíva forfylgd og niðurgjørd við sama íðni, sum tey samkyndu, so eigur føroyska samfelagið sjálvandi at umhugsa at víðka lógina til eisini at fevna um hesar bólkar. Enn er tað tíbetur onki, ið røkist fyri, at tað kemur so vítt.
Trupulleikin beint nú er tann, at ávísir føroyingar hava ein trupulleika av, at tað finnast fólk við eini øðrvísi kynsligari sannføring enn meirlutin, og hetta má tað gerast okkurt við. Akkurát sum tað bleiv gjørt nakað við trupulleikan, tá ein meirluti av fólkinum hevði ilt av, at tað funnust fólk við eini aðrari rasu (jødar) ella at tað funnust fólk við einum øðrum húðarliti (tey littu). Lógin blívur broytt, so hvørt sum nýggjir trupulleikar stinga seg upp. Í løtuni er trupulleikin fólk við eini aðrari kynsligari sannføring, og tí eigur lógin at broytast. Um tað eina ferð í frammtíðini fer at stinga seg ein trupulleiki upp, tá tað kemur til fólk við eini aðrari hárfarvu enn meirlutin, so kunnu vit tosa um tann trupulleikan til tað tíð.

Umheimurin og meirlutin
Jenis hevur verið ein túr í Korea, og har fann hann útav, at í Korea høvdu tey heldur ongar lógir, sum góvu teimum homosexuellu nøkur rættindi vegna sína kynsligur orientering. Vit kunnu upplýsa Jenis um, at tað reint faktiskt eru tey fægstu lond í heiminum, ið hava nakra tílíka lóggávu, og tískil átti tað ikki at undra hann so nógv, at Korea onga tílíka lóggávu hevur. Tó, tey lond, ið hava lógir sum geva samkyndu rættindi, eru øll at rokna millum tey fremstu í heiminum. Tað eru lond, sum vit í Føroyum dáma væl at samanbera okkum við, og alt gott um tað. Men... um vit ætla okkum at teljast millum heimsins fremstu tjóðir í 2015, so hava vit brúk fyri at broyta okkara lóggávu soleiðis, at allir minnilutabólkar í Føroyum hava nøktandi rættindi. Vit kunnu ikki hava tað sitandi á okkum, at fólk mugu rýma av landinum vegna manglandi rættartrygd.
Jenis vísir eisini á, at tað finnast nøkur nýggjari tøl, sum siga nakað um, hvussu stórur brotpartur av fólkatalinum er samkyndur. Hesi tøl eru nokk meira eftirfarandi enn tað vanliga talið – 10% – sum ofta verður tikið fram. Tó, tað spælir als ongan leiklut fyri hesi lógarbroyting. Okkara lógarverk eigur at verja allar minnilutar, óðansæð um teir telja 10% ella 1% av fólkatalinum.

Fordómar og tollyndi
Jenis vísur okkum øll á vandan við fordómum og eini manglandi kritiskari rannsakan av egnari støðutakan. Orðarætt skrivar hann: “Millum vandamiklastu fíggindar, fólkaræðið hevur, eru fordómar. Hetta at læsa seg fastan í eina uppfatan og nokta at lata seg veg- ella rættleiða”.
Vit vita ikki heilt, um hetta at læsa seg fastan í eini uppfatan er vandamikið fyri sjálvt fólkaræðið, men tað er í øllum førum drepandi fyri eitthvørt kjak. Tá tað kemur til hetta at læsa seg fastan, og ikki vilja lata seg rættleiða, óðansæð hvussu hart leikar á, so er tað nettupp Jenis og hansara lið av kristnum politikarum, sum í Føroyum hava læst seg so rimmarfastar í, at fólk ikki skulu verjast í lógini vegna kynsliga orientering! Hetta hava teir(!) valt at gjørt, sjálvt um eitthvørt argument hjá teimum fyri ikki at gera hesa lógarbroyting, er blivið afturvíst, og sjálvt um tað finnast nógvar góðar grundgevingar fyri, at gera hesa lógarbroyting. Nøkur dømi um tey óbrúkiligu argument, sum tann kristni vongurin hevur frammsett:

Serlóg: Onki kundi verið meira skeivt. Teksturin í lógarbroytingini leggur upp til, at fólk blíva vard vegna sína ‘kynsligu orientering’, og eftirsum kynslig orientering dekkar ein stóran part av fólkinum í okkara samfelag, so kann tað ikki kallast nøkur serlóg. Í viðmerkingunum blivu tey samkyndu nevnd, men viðmerkingarnar til lógina eru ikki sjálv lógin, Jenis! Tað burdi tú og aðrir lógarsmiðir í Føroyum vita.

Skeivt við serlógum: Onki kundi verið meira skeivt. Nærum allar lógir í føroyska lógarverkinum eru serlógir galdandi fyri avmarkaðar bólkar. T. d. hava vit eina Útlendingalóg, galdandi bara fyri útlendingar, eina lóg um vinnuligan fiskiskap, galdandi bara fyri reiðarar, og eina lóg um feitar lønir til løgtingslimir, galdandi bara fyri løgingslimir. Trý dømi um serlógir, sum tað tó ongin trupulleiki er at fáa gjøgnumført í Løgtingum, kanska serliga tann síðsta!

Samkynd longu vard: Onki kundi verið meira skeivt. Hetta hava vit eisini fingið fleiri dømir um. Ein prestur skrivaði eitt niðrandi og spottandi lesarabræv, sum tó ikki fekk fylgjur, tí lógin ikki vardi tann bólk, sum hann skrivaði um. Um bólkurin hevði verið ein annar, t. d. jødar ella muslimar, so hevði pípan havt eitt annað ljóð. Og ung fólk, við øðrvísi kynsligari sannføring, blíva forfylgd í okkara náttarlívi við niðurgering og háðan, uttan at tað, ífylgi løgregluni, kann fáa nakrar fylgjur.

Tøma lógina: Onki kundi verið meira skeivt. Um lógin blívur tømd, so verjir hon akkurát ongan. Ella enn verri – hon fevnir alt ov vítt. Tað finnast støður, har háðan ella niðurgering av fólkum verður told, m. a. tá ein fortelur eina skemtiliga søgu. Tað kundi verið ein blondinu vittigheit, men veruleikin er jú tann, at hetta onkursvegna er at niðurgera blondinur. Um lógin blívur tømd, so at tað bara fer at standa, at ‘ongin má niðurgerast, háðast ella hóttast’, so vil tað í princippinum merkja, at tær flestu skemtiligu søgur, okkum dámar at fortelja, koma at verða lógarbrot. Harvið verður lagt upp til at innføra gummi-paragrafir í okkara lógarverk, og tílíkum hava vit ikki brúk fyri í einum rættarsamfelag.
At lógin eigur at tømast, orsaka av, at hon allíkavæl ikki forðar fyri diskriminering av t. d. littum er eisini tápuligt. At tað so er formaðurin í rættarnevndini í Løgtingum, sum frammsetur tílíkar útsøgnir, ger tað heila bara enn meira grátuligt. Hann, av øllum, burdi vitað, at okkara lógir ikki kunnu forða fyri lógarbrotum, men hinvegin eru har fyri at gera brot á lógina revsiverd. Vit hava t. d. eina ferðslulóg, sum sigur, at man ikki má koyra skjótari enn eitt vist, men allíkavæl tekur løgreglan nærum hvørja viku onkran, sum koyrir við ov nógvari ferð. Skulu vit so eisini tøma Ferðslulógina?
Fýra greið dømir um, hvussu fastlæstir summir av teimum kristnu føroysku politikarunum eru, tá tað kemur til hetta mál. Teir hava ferð aftan á ferð fingið at vita, at hesi argument eru óbrúkilig, men allíkavæl smæðast teir ikki við at endurtaka tey, sum um, at lygnin blívur sonn, jú oftari hon verður endurtikin. Av sonnum ein manglandi vilji til at lata seg rættleiða!
So er bara at vóna, at okkurt skilagott hendir í hesum máli. Broytið lógina soleiðis at fólk eisini blíva vard vegna sína kynsligu orientering! Og bara rólig... fiskurin fer ikki at forsvinna av føroysku grunnunum orsaka av, at hendan lóg blívur broytt. Hygg bara eftir, hvussu tað er gingist øðrum londum, sum hava viðtikið slíkar lógir. Um lond, so sum USA, Danmark, Stóra Bretland, Niðurlond osv. eru revsað av Várharra fyri at gera tílíkar lógir, so kann tað undra, at hesi somu lond í dag teljast millum tey mest frammkomnu og ríkastu lond í heiminum.