Líka síðan kreppan í fiskivinnuni byrjaði, hava verið royndir gjørdar at keypa ymsu flakavirkini í landinum. Framtaksgrunnurin gjørdist úrslitið, og Føroya Fiskavirking aftur eitt úrslit av honum.
Men longu tá vóru aðrir bólkar, sum arbeiddu við at fáa hendur á virkjunum. Og tá hugt verður afur at hesum, eru ávísir felagsnevnarar, sum ganga aftur.
Eisini í tí, sum hendir í dag, eru somu felagsnevnarar uppi aftur. Ein er advokatvirkið í Fr. Petersensgøtu í Havn, og ein annar er grannskoðaravirkið Rasmussen og Weihe.
Keldur, sum eru innalaga í tí, sum nú hendir, siga fyri Sosialinum, at grundaður gruni er um, at ávís reiðaravirki í Eysturoynni eru partar av tí spæli, sum hevur verið og enn er. Nevnd verða serliga trý reiðaravirki, sum hava áhuga í at keypa partar av samtakinum Føroya fFskavirking.
Hesi trý virkini, sum nevnd verða, eru Snaraløkur, Beta og Sjóborg, sum hava tilsamans 16 trolarar, ið allir hava støð í Runavík.
Somu feløg hava tikið seg sama við sølufelagnum Fofish, sum skal selja fiskin hjá hesum 16 trolarunum, feløgini eiga.
Felags fyri øll hesi feløg er, at advokatar teirra arbeiða hjá advokatvirkinum í Fr. Petersensgøtu. Hjá tveimum reiðaríum umframt sølufelagnum er Grannskoðaravirkið Rasmussen og Weihe grannskoðari.
Serliga er tað eitt navn, sum gongur aftur í øllum hesum feløgum, og er tað advokaturin Niels Winther Poulsen, sum mikudagin varð valdur formaður í nevndini fyri Framtaksgrunnin.
Tá flakavirkið Lynfrost fór á húsaganga undir kreppuni, varð Niels Winther Poulsen settur kurator. Stjóri í Lynfrost í hesum tíðarskeiðnum varð Jónsvein Knudsen, sum í dag er reiðari á fleiri av skipuum, sum Lynfrost tá átti. Í dag undir felagnum Snaraløki.
Samstarvsfelagi hjá Snaraløki í sølusamtakinum, sum selur gjøgnum Fofish er millum annað reiðaríið Beta, har sami Niels Winther Poulsen er advokatur.
Hin samtarvsfelagin, Sjóborg, hevur eisini advokat frá sama advokatfelag, nevniliga Magnus Petersen.
Hjá nýggja sølufelagnum Fofish eitur advokaturin Niels Winther Poulsen, og grannskoðari er Rasmussen og Weihe.
Hóast bæði stjórin í Sjóbrg og stjórin í Snaraløki siga heilt greitt, at teir ikki hava nakrar ítøkiligar ætlanir um at keypa virki burtur úr Fiskavirking, eru aðrar góðar keldur hjá blaðnum, sum siga, at grund er til at halda, at tað er júst tað, sum arbeitt verður við.
Stjórin í Beta er burturstaddur, og tað eydnaðist ikki at fáa orð á hann, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Jónsvein Knudsen, stjóri í Snaraløki, sigur við Sosialin, at hann er kunnugur um aðrar partar, sum vilja keypa partar av ognum Framtaksgrunsins, nevniliga Fiskasøluna.
Samstundis eru kreftir, sum arbeiða fyri at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman. Grundin her skal vera, at Fiskasølan er ov lítið verd einsamøll, og at eini tvey fiskavirki høvdu munað væl uppií.
Hesi virki verða søgd at vera virkini við Skálafjørðin, tey bæði fyrrverandi Lynfrost og Nykur.
Hóast partarnir, sum sagdir verða at standa aftan fyri hesar ætlanir, staðiliga avsanna, at nakað er í hesum, benda upplýsingar, blaðið liggur inni við, greitt á, at ikki rýkur heilt av ongum brandi.
Víst verður til tagnarskyldu bæði í Framtaksgrunninum og Vinnumálastýrinum. Men í báðum støðum verður tó váttað, at ymsir fyrispurningar hava verið.
Nýggi nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum hevur heilt greitt áhugamál í fleiri av feløgunum, sum hava verið uppi í ymsum ætlanum og fyrispurningum í samband við keyp av ognum hjá Framtaksgrunninum.
Keldur hjá Sosialinum vísa á, at grund er til at halda, at valið av nevndarlimum i Framtakgrunninum ikki stendur í vegin fyri, at landsstýrismaðurin við vinnumálum fær framt politiska vilja sín við at selja burtur av ognunum hjá grunninum.