Aganevndin burturvísir málinum

Aganevndin er í dag komin við úrskurði í klaguni frá B68 um AB leikaran, Dimitrij Jankovic

Aganevndin er í dag komin við úrskurði í málinum um AB leikaran Dimitrij Jankovic. Orsøkin til at eitt mál hevur verið um Dimitrij Jankovic, er tí at B68 síðst í juni mánaða meldaði AB leikaran fyri at spæla uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Aganevndin hevur valt at burturvísa málinum. Aganevndin greiðir frá, at útlendskur leikari, sum í 3 samanhangandi kappingarár hevur havt spæliloyvi at leika í Føroyum, ikki kemur undir reglurnar um útlendskar leikarar í grein 19 í kappingarreglunum fyri fótbólt og tí verður málið burturvíst.

Aganevndin viðmerkir at enda, at av tí at útlendski leikarin í hesum føri kemur undir undantaksreglurnar í grein 20, stk 1, 2. Pkt., so kann nevndin ikki taka støðu til uppáhaldni frá B68, um at grein 19 skal vera brotin. Hinvegin, so loyvir Aganevndin sær at sáa iva um, hvør grein 19 og 20 í kappingarreglunum fyri fótbólt eru í fullum samsvari við reglurnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi á útlendingarøkinum í sivilrættaðu lóggávuni.