Aganevndin varð kolldømd

Tað var helst væntandi. Og fríggjadagin staðfesti Yvirkærunevndin hjá FSF, at Skála ikki skal tapa dystin móti B36, har teir høvdu gloymt eitt navn á dómaraseðlinum. Hinvegin setir bótin á 10.000 kr. nýggjan mátistokk fyri bøtur í føroyskum fótbólti.

Tað skal ikki kosta á ítróttarliga økinum, um skrivligt mistak verður gjørt á dómaraseðlinum. Tað var aðalsetningurin, sum føroyskur fótbóltur samdist um, eftir at MB 1990 misti týðandi stig, tá enski Paul Snowball av misgávum ikki var komin við á dómaraseðilin tann eina dystin.

Við úrskurðinum, sum nýgja Aganevndin hjá FSF gjørdi um dystin millum B36 og Skála varð tann siðvenjan broytt, men í so máta hevur Skála fingið beint málið aftur á beint.

Yvirkærunevndin gav nevnliga Skála viðhald í, at teir ikki skuldu dømast at tapa dystin móti B36.

Skála hevði í síni kæru ført fram, at tey ikki hildu revsingina standa mát við brotið, sum varð framt, tá Slavisa Kaplanovic varð gloymdur á dómaraseðlinum til dystin móti B36.

B36 hevði í kæruni ført fram, at dómaraseðilin er eitt av týdningarmestu skjølunum í fótbóltskappingini, og at tað tí er talan um somikið týðandi brot, at Skála eigur at dømast sum tapari av dystinum.

Við støði í føroyskari og norðurlendskari siðvenju vildi Yvirkærunevndin tó ikki staðfesta úrskurðin hjá Aganevndini. Dentur verður lagdur á, at brotið á ongan hátt gav Skála nakrar ítróttarligar fyrimunir, og at hetta heldur ikki varð ætlað so. Tí staðfesti nevndin, at úrslitið av dystinum, sum endaði 1-1, stendur við, men at Skála fær eina bót á 10.000 kr.

Hetta seinasta boðar frá, at tað verður lagdur dentur á, at dómaraseðilin verður rætt útfyltur. Seinast líknandi mál var fyri, fekk B71 1.000 kr. í bót, tí teir av misgávum høvdu skrivað skeivan spælara á dómaraseðilin.