AGK danskur meistari

AG København tryggjaði sær í kvøld danska meistaraheitið í hondbólti hjá monnum, tá liðið vann tann seinna finaludystin ímóti Bjerringbro-Silkeborg.

 

Í roynd og veru var ongantíð spenningur um, hvør fór at vinna meistaraheitið, eftir at AGK hevði vunnið tann fyrra finaludystin 30-19. Men hóast uppgávan tóktist vónleys, gjørdi Bjerringbro-Silkeborg eina roynd og gav meistarunum ein skarpan gang í kvøld. Liðið úr Jyllandi var á odda tað mesta av dystinum, men kortini endaði alt við, at AG København vann 22-21.

 

Herfyri vann AGK bronsu í Champions League, og talsmenn fyri liðið dylja ikki fyri, at málið næsta kappingarár er at vinna ta donsku kappingina og at koma í CL-finaluna.