Áheitan til býráðið um at taka røttu støðu til spurningin um byggiloyvi í fríøkinum við Sandá

Heðin Mortensen segði m.a. í einari samrøðu við útvarpið aftaná seinasta fundin (12/2-24) í býráðnum um byggiloyvi til nýggju kirkjuna á Argjum, at politikkararnir í býráðnum ”… eru sett til at taka avgerðir, bæði populerar, men eisini ópopulerar avgerðir…”. Rætt er tað. Men tað er sjálvandi undirforstaðið, at tað snýr seg fyrst og fremst um at taka rættar avgerðir – um tær so eru populerar ella ei.

Í hesum málinum er tað so heppið, at tað rætta fellur saman við tí populera (fólksliga) – um tað populera kann skiljast sum tað, ið eitt stórt fleirtal (60 % vs. 20 %) av borgarunum í kommununi ynskir, so tað átti at verðið lætt at velja tað rætta í einum kommunuvalári – serliga fyri Javnaðarflokkin.

 

Um býráðið skal taka í álvara og fylgja sínum egna umhvørvispolitikki, sum hann so vakurt og progressivt er orðaður í Grønu leiðini, so er sera klárt, hvør rætta avgerðin er.

 

Um kommunan skal halda sín tinglýsta sáttmála (29/11-1975) við Müllerfamiljuna, har tað stendur í §12, at m.a. ‘frítt øki’, tað vit kalla fríøki, verður lagt út “sum almenn ogn uttan endurgjald av nøkrum slagi. Bygdarráðið og útstykkjararnir eru samdir um, at kommunan átekur sær alt vikðlíkahald” – so er rætta avgerin framvegis sera klár.

 

At kommunan fekk m.a. lendini fram við Sandá niðan í Havnardal sum eina gávu frá familjuni, var allarhelst tí, at gevarin hevur mett og havt álit á, at tinglýsingin av økinum sum fríøki og almenn ogn undir kommununar varðveitslu og viðlíkahaldi vil tryggjað fríøkið ímóti bygging av einumhvørjum slag. Rætta avgerðin vil bøta um brotið á sáttmálan við gevaran, flyta kommununi aftur rættindini til og ábyrgdina av at fyrisita fríøkið sum almenn ogn til gagns fyri borgarunum og framtíðar ættarliðum í kommununi.

 

Náttúrverndarlógin §2, stk. 2, nr. 3 frá 1. januar í ár slóðar fyri røttu avgerðini, so kommunan ikki staðsetir kirkjuna ólógliga í fríøkinum tætt við Sandá.

 

Byggi- og býarskipanarnevndin átti at broytt viðtøkuna av serstøku byggisamtyktini (2010/11), ið varð viðtikin á ófullfíggjaðum grundarlagið, tí at tinglýsta skjalið viðv. gávuni av fríøkinum ikki var tikið við sum vitanargrundarlag fyri avgerðini, ið tí var ógyldug. Avgerðin hevði uttan iva verið ein onnur, um fyrisitingarliga avgerðin var røtt og lóglig, har upplýsingarskyldan var yvirhildin.

 

Yvirfriðingarnevndin hevði heldur ikki kunnskap um skjalið, tá ið hon í oktobur í 2021 (aftur) gav grønt ljós fyri grefliga inntrivinum, ið oyðileggur ein centralan part av fríøkinum undir asfalt og betong. Umframt hetta varð avfriðingin framd uttan nakra vistfrøðiliga árinskanning av inntrivinum, ið átti at verið eitt týdningamikið grundarlag fyri avgerðini. Síðani tá hava lívfrøðingar staðfest, at náttúrumargfeldið í fríøkinum er stórt. Teir hava funnið uml. 70 plantusløg í økinum. 

 

Rætta avgerðin hevði eisini gjørst lættari at tikið, um býráðið lurtaði eftir stóra meiriltanum av borgarunum, teimum 2062 undirskriftunum ímóti ætlanini og nevndunum í Sílaveiðifelagnum, Havnar Hugna og FNU, ið eisini mótmæla staðsetingini av nýggju kirkjuni.

 

Alt rokið stendst upprunaliga av, at kommunan gjørdi stóra mistakið at bjóða kirkjuráðnum fyri Argja kirkju at staðseta kirkjuna í fríøkinum við Sandá. Tí hevur kommunan ábyrgdina av at loysa trupulleikarnir, og fáa semju millum partarnar, útvega kirkjuráðnum eina aðra staðseting og gjalda kirkjuráðnum tann kostnaða, flytingin av ætlaðu kirkjuni inniber. Ein partur av kostnaðinum eru tær 641.000 kr. fyri ómoralsku søluna av lendinum, kommunan hevði fingið sum gávu.

 

Tað ber væl til at flyta eina kirkju, har eingin bygging enn er farin í gongd. Einasta virðisliga, demokratiska, løgfrøðisliga, vistfrøðiliga og moralsk-etiska avgerðin er, at kommunan má útvega kirkjuráðnum eina nýggja staðseting og gjalda  ráðnum fyri meirkostnaðin av broytingunum.

 

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur fingið uppskot um 3 væl grundaðar alternativar staðsetingar av kirkjuni.

 

       Tað hevði verið óvirðisligt, um kirkjan kom at standa ólógliga bygt har í fríðøkinum í allari framtíð sum eitt býarmerki fyri ósemju og spjaðing av borgarunum í kommununi.

 

Rætta avgerðin kann skapa samanhald og gleði um nýggju kirkjuna heldur enn spjaðing og ósemjur.

 

Eitt hugrák er í tíðini, har fólk verða meira tilvita um týdningin av náttúruvernd og rekreativu, heilsufremjandi, mentunarligu og andaligu virðunum í margfeldi náttúrunar, so rætta avgerðin verður enn rættari við tíðini –

 

________________________________

 

Í sambandi við hetta rokmikla málið, skrivaði eg eina grein við heitinum: Hugleiðingar um Sandá og hennara umhvørvi, m.a. um virðini í fríøkinum við Sandá. Eg loyvi mær at leggja eitt link her til greinina frá Vágaportalinum: http://www.vp.fo/news/hugleidingar-um-sanda-og-hennara-umhvoervi

 

Her er eitt brot úr greinini:

Útistovns- og útiskúladagar við Sandá

 

Trivnaður og heilsa verða raðfest hægri við at skapa karmar fyri, at fólk kunnu vera meiri saman úti í náttúruni um ymiskt (Grøna Leiðin, s. 17)

 

Økini framvið Sandá eru framúrskarandi frítíðar- og spælipláss. Umframt hvat fólk gagnnýta økini til sum frítíðarøki, so eru stór potentialir í at brúka tey til útistovns- og útiskúladagar sum eitt sera virðismikið ískoyti til vanligar vøggustovu-, barnagarðs- og skúladagar.

 

       Fantastiskt stað! Her hava børn í nógvum ættarliðum svomið, kava, fanga síl og spælt og gloymt seg sjálvan burtur í oceanum av hugdýpandi tíð. Tað er sunt, stuttligt og spennandi hjá børnum at hava hesi økini at spæla og menna seg í.

 

       Her møta børnini náttúruni og veðrinum og uppliva og læra við kroppinum fremst, við fótum, hondum, eygum, oyrum, holdi - við øllum sansum opnum, viðkvæmum og nærverandi heilt har úti við tað fyribrigdið, ið sansað verður.

 

       Her møta vøggustovubørnini einari verð af rørslum, litum, ljóðum, ljósi, duftum. Ein steinur er øðrvísi at nerta við enn grasið ella vatnið í ánni. Summi ting eru hørð, onnur bleyt og aftur onnur eru flótandi og køld. Forvitni stingur alla tíðina høvdið fram fyri at uppliva tingini og fáa meira at vita.

 

       Her finna barnagarðsbørnini stórir og avbjóðandi steinar, ið lokka tey til at koma og klatra á sær. Ein summarfuglur kemur litfagurt flaksandi, eltur av strálandi eygum og undrandi, frøandi barnasinni og títt stetlandi gummistyvlum.

 

       Tað kann krevja nógv pláss hjá summum skúlanæmingum at læra. Útiskúladagar snúgva seg ikki so nógv um, hvat er inni í høvdinum hjá næminginum, men meira hvat høvdið er inni í. Tað er inni í einum heilt serligum umhvørvi við nógvum spennandi fyribrigdum at uppliva og kanna saman við øðrum.

 

       Tað er hvørja ferð spennandi, hvørji upplivilsi eru at finna har úti í økinum - hvørji fyribrigdi fatanin fer at møta, tá ið hon hyggur, lurtar, smakkar, merkir, gongur, rennur, hoppar, svymir ella kavar í djúpa hylin.

 

       Ikki bara hoyra ymisku fuglaljóðini, men lurta eftir teimum. Ikki bara síggja planturnar, men hyggja at teimum. At bera kenslu á eina urt, varnast hana og lurta eftir hennara andadrátti, síggja á smáu myrku blettunum, sum eru deyðar flugur, ið eru klistraðar til bløðini, at her er ikki nóg nógv køvievni í tí moldini, urtin hevur sínar røtur í.

 

_____________________________

 

Eg takki áhugabólkinum Varðveitið fríøkið við Sandá fyri tykkara stóra arbeiði í stríðnum ímóti staðsetingini av nýggju Argja kirkju, fyri tykkara áhaldni og útvegan av tilfari, eg havi brúkt í hesu greinini.

 

 

 

Við náttúrukvøðu

 

Magnus Dahl