Tíðindaskriv:
Dr. Luca O’Brien, tann einasti NUCCA-serfrøðingurin í Europa, vitjar nú Føroyar. Hann hevur
viðgerðastovu í Barcelona, Cranio Cervical Clinic, og er ein av bert uml. 300 NUCCA-serfrøðingum
í øllum heiminum.
Longu í morgin, hósdagin 18. september, heldur hann ókeypis fyrilestur í Tórshavnar Musikkskúla,
Landavegur 84, kl. 19.30.
NUCCA-viðgerð er ein serlig, blíð viðgerð, ið snýr seg um at rættað skeivleikar í ovastu nakka-
og høvdsamskaringini (C0–C1–C2). Nøkur av teimum, ið typiskt fáa hjálp, eru fólk við:
- langvarandi høvuðpínu og migrænu
- svimbli og ójavnleika
- kroniska pínu í nakka og herðum
- nerva- og balansutrupulleikum eftir skaða ella whiplash, ferðsluóhapp, fall, ítróttarskaðar…
Ein týdningarmikil liður í NUCCA-viðgerðini er, at diagnosan verður gjørd við 3D CBCT-skanning, ið
ofta vísir smáar skeivleikar og skaðar, ið vanligi MR- ella CT-skannarin ikki fangar. Myndir vera tiknar sitandi og ikki liggjandi. Tað gevur eina
heilt aðra fatan av, hvar trupulleikin er, og hvussu hann best kann rættast.
##med2##
Á skránni í morgin verður framløga við Dr. Luca O’Brien, møguleiki fyri spurningar og prát, og
aftaná verður høvi at heilsa uppá Dr. Luca persónliga.
Tiltakið er ókeypis, men vegna fyrireiking og sitipláss er neyðugt við tilmelding.
Tilmelding fer fram við at senda sms til 515777.
Øll eru hjartaliga vælkomin.