Ísraelski herurin (IDF) sigur seg hava lopið á fleiri enn 150 mál í Gazabýi síðan í gjár, týsdagin.
- Seinastu tveir dagarnar hava vit rakt fleiri enn 150 "terrormál", sum ísraelski herurin málber seg í morgun.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at 12 palestinar eru dripnir í ísraelskum loftálopum í nátt, og tað er verjan í Gazageiranum, sum er kelda.
Palestinska tíðindastovan Wafa sigur, at higartil í dag eru 17 fólk dripin í Gazageiranum - av hesum sjey í Gazabýi.
Tíðindastovan leggur aftrat, at millum tey dripnu er ein kvinna, sum var við barn, og tað er aftur tíðindastovan NTB sum endurgevur.