Akayane er einnevnd í Føroyum

- Vit vildu, at báðar genturnar skuldu eita nøvn, sum kunnu sigast og brúkast bæði her heima í Føroyum og í Ghana, sigur Anna-Bergitta Vest á Sandi.

 

Hjúnini, Tijani Mohammed Yakubu og Anna-Bergitta Vest við dóttrini - Akayane Vest Yakubu - ímillum sín.

Hjúnini, Anna Bergitta Vest og maður hennara, Tijani Mohammed Yakubu, sum er í Ghana, eiga tvær døtur. Familjan býr á Sandi, og báðar genturnar eru dóptar í Sands kirkju. Hin eldra, sum er fødd hin 18. oktober í 2017, kallast Akayane Vest Yakubu og er einnevnd í Føroyum. Hin yngra, sum er fødd hin 10. februar í 2021, kallast Aria Vest Yakubu.

 

Anna-Bergitta Vest sigur, at tey vildu, at báðar genturnar skuldu eita nøvn, sum kunnu sigast og brúkast bæði her heima í Føroyum og í Ghana. 

 

- Í Ghana hevur tað stóran týdning, at navnið merkir eitt ella annað - og helst okkurt fitt, sum Anna-Bergitta tekur til. 

 

Hon vísir á, at í Ghana merkir navnið Akayane, at “eg eri fullkomin, júst sum eg eri”. - At hin yngra dóttirin fekk navnið Aria, var meira tilvildarligt, men eisini í Ghana kann navnið knýtast til tónleikaheimin, sigur hon.

 

Anna-Bergitta Vest vísir á, at í Ghana er vanligt, at børnini taka fornavnið hjá pápanum sum eftirnavn. 

- Tá vit giftust, hevði maður mín Mohammed sum eftirnavn. Eg dugdi ikki ordiliga við, at mítt eftirnavn skuldi vera Mohammed, og tískil valdi eg at varðveita mítt eftirnavn, Vest.  

Maðurin hjá Onnu-Bergittu hevur nýliga fingið sær navnið hjá pápa sínum - Yakubu - sum eftirnavn, og báðar døturnar hava eisini eftirnavnið, Yakubu. - Tí umhugsi eg nú møguliga eisini at fáa mær eftirnavnið, sum maðurin og børnini hava, sigur hon.

 

Í stuttum um navnið Akayane kann sigast, at hetta eisini er millumnavnið hjá vermammu Onnu-Bergittu í Ghana.

Vit spurdu, um tað var trupult hjá henni og manninum at fáa loyvi til at brúka navnið Akayane í Føroyum, men so var ikki. - Tað er soleiðis, at tá tú ert gift útlendingi, kann sendistovan, sum í hesum førinum Ghana hevur í Danmark, vátta, at navnið, vit ynskja at geva okkara barni, er vanligt í landinum, haðani pápin er. 

Og tað var als eingin trupulleiki í hesum førinum. 

 

- Tá sendistovan hevur váttað, at navnið er vanligt í Ghana, er tað heldur eingin trupulleiki at brúka navnið í Føroyum, sigur Anna-Bergitta Vest. 

 

 

 

 

 

Hjúnini, Tijani Mohammed Yakubu og Anna-Bergitta Vest við dóttrini - Akayane Vest Yakubu - ímillum sín.