VÍF - KÍF 26-26
Liðugt: 26-26 Áki Egilsnes bjargaði VÍF ein javnleik, tá tann við seinasta kastinum í dystinum sendi bóltin í tvørstongina og í mál. Hann skorarði ikki færri enn átta mál í finaluni. Hann var toppskjútti.
VÍF var á odda at kalla allan dystin, men móti endanum kom KÍF á odda. Tá tað restaðu sjey sekund fekk VÍF fríkast, sum Áki Egilsnes meddaði í málið.
Javnleikurin merkir, at KÍF bara skal vinna dystin í Kollafirði, so eru teir FM vinnarar 2014.
Hálvleikur: 15-13 VÍF er á odda við tveimum málum í hálvleikinum. Teir hava verið á odda allan vegin. Tað var ikki fyrr enn móti endanum av hálvleikinum, at KÍF megnaði at koma upp á javnt.
VÍF tók tó leiðsluna aftur og var á odda við trimum líka til Nicklas Selvig í seinastu sekundunum minkaði um munin til 15-13, sum er hálvleiksstøðan.
Undan dystinum: Allir mans eru tøkir hjá báðum liðum og lagt er upp til eina spennandi finalu ímillum grannarnar. Hetta er fyrstu ferð í longri tíð, at allir leikarar hjá VÍF eru tøkir. Ungi Áki Egilsnes, sum hevur sitið uttanfyri við beinbroti, er nýliga komin fyri seg aftur og er við í kvøld.
Tað hevur verið ein riðil av áskoðarum til hondbólt í Vestmanna í dag – fyrst til kvinnufinaluna kl.16.00 og síðani til mansfinaluna, sum byrjar kl.20.00. Aftur nú er stúgvandi fult í høllini.