Áki var við frá dystarbyrjan móti Rosenborg

Mjällby leikti javnt móti norska stórliðnum

Mynd: Mjällby AIF

Fríggjakvøldið spældi liðið hjá Áka D. Samuelsen, svenska meistaraliðið, Mjällby venjingardyst móti Rosenborg, har Áki fekk møguleikan frá dystarbyrjan.

 

Dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

Mjällby hevur ein venjingardyst eftir áðrenn teir byrja upp á innleiðandi bólkaspælið í svensku steypakappingini. Leygardagin 14. februar spælir Mjällby venjingardyst móti Öster.

 

Í svensku steypakappingini er Mjällby í innleiðandi bólki 1 saman við Kalmar FF, Örgryte og Värnamo. 

 

 

 

Mynd: Mjällby AIF