Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Í Bavnehøj Arena tóku Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn móti Paula Mittún, Pæturi Mikkjalssyni og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne.
Suðuroyggjamenn vunnu dystin 34-30. Í steðginum var útiliðið bert á odda við einum máli, 16-15.
Leivur skoraði fýra mál og Jónas skoraði trý mál fyri heimaliðið. Pauli skoraði trý mál fyri útiliðið. Pætur fekk reyða kortið undir dystinum.
Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við 28 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri Kolding, og fimm stig aftanfyri oddaliðið, Skive. HC Keypmannahavn er aftast í deildini við bert fimm stigum.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus eru næstfremst í bestu hondbóltsdeildini við 26 stigum. Skanderborg-Aarhus vann á útivølli 33-27 á Mors-Thy. Í steðginum vóru Jóhan og liðfelagarnir á odda 14-11.
Jóhan skoraði fimm mál, og var saman við Fredrik Olsson næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg-Aarhus.











