– Tað liggja nógv mál í Fíggjarmálaráðnum, sum sambært samgonguskjalinum skulu loysast. Men eitt tað fyrsta, sum eg fari at gera, nú oljuprísirnir eru so høgir, er at lækka oljuavgjaldið eitt sindur í eitt tíðarskeið, so olja og bensin verður bíligari hjá fólki at keypa.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, sum í dag varð tilnevndur fíggjarmálaráðharri.
Spurdur hvussu nógv, olja og bensin skal lækka sigur Aksel V. Johannesen, at tað er støða ikki tikin til henn.
– Vit mugu kanna, hvussu nógv tað kostar og hvussu nógv tað gevur. Men tá oljuprísurin er so høgur, sum hann er í løtuni, so fær landskassin eisini nakað eyka inn í mvg, sum vit kunnu brúka til at lækka prísin, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur víðari, at ætlanin er at hendan príslækking skal vera galdandi í eitt tíðarskeið, sum er ásett frammanundan. Um prísurin ikki lækkar, so verður støða tikin til tað, sigur Aksel V. Johannesen. Men tað verður sett eitt endadato á lógina, sigur hann.
– Vit vóna, at friður verður í heiminum, og at flutningurin av olju kemur í rættlag aftur, sigur hann.











