Tróndur og liðfelagarnir vunnu triðu fjórðingsfinaluna

Hóskvøldið hittast HF Karlskrona og Kristianstad aftur í fjórðu fjórðingsfinaluni

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona høvdu ryggin móti múrinum undan triðu fjórðingsfinaluni móti Kristianstad í bestu svensku hondbóltsdeildini. Kristianstad var á odda 2-0 í fjórðingsfinaluuppgerðini, og tapti Karlskrona dystin í Kristianstad í kvøld vóru teir úti av kappingini.

 

Men Tróndur og liðfelagarnir vunnu dystin 34-30. Kristianstad var á odda 18-17 í steðginum, men í seinna hálvleiki avrikaði Karlskrona væl, og vann seinna hálvleik 17-12.

 

Tróndur fekk tveir málmøguleikar og hann skoraði upp á báðar.

 

Fjórða fjórðingsfinalan verður leikt í Brenova Arena í Karlskrona hóskvøldið klokkan 18. Vinnur Karlskrona verður fimta og avgerandi fjórðingsfinalan leikt í Kristianstad. Vinnur Kristianstad eru teir víðari til hálvfinalurnar.