Aktivistur ákærdur fyri at órógva við Amalienborg

Ein maður royndi at mótmæla framman fyri kongslottinum í Keypmannahavn í sambandi við kongsins nýggjárstaffel í kvøld

Danska sjónvarpsstøðin TV 2 hevur tosað við aktivistin, sum endaði í steinsetingini framman fyri Amalienborg stutt eftir nýggjársrøðuna hjá konginum.

 

24 ára gamli aktivisturin, sum varð skumpaður av einum vaktarmanni undir eini veðurlagsmótmælisgongu framman fyri Amalienborg í dag, er ákærdur av løgregluni.

Tað sigur aktivisturin sjálvur, Oskar Kluge, við TV 2.

Stutt eftir at kongurin hevði sagt seinastu orðini í nýggjársrøðuni, mótmælti Oskar Kluge fyri veðurlagnum við einum skelti við orðunum " Klimakollaps - træk nødbremsen".

Løgreglan í Keypmannahavn váttar fyri TV 2, at ein persónur er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar í sambandi við hendingina.

– Vit vístu bannaran fram, og so bleiv eg skumpaður eitt sindur til síðuna av onkrum, eg veit ikki hvør tað var, og so bleiv eg skumpaður um koll av hesum vaktarmanninum. Og so fekk eg slag í høvdið av einum áskoðara aftaná, sigur Oskar Kluge við TV 2.

Eftir hendingina lá aktivisturin á vegnum í nøkur sekund, og eftir tað reistist hann og gekk avstað.

Síðani varð hann afturhildin og ákærdur av løgregluni.

Leiðarin fyri løgregluna í Keypmannahavn segði við Berlingske fyrr í dag, at ein av fleiri aktivistum varð skuldsettur fyri gøtuórógv í sambandi við hendingina.

Beinleiðis sjónvarpsmyndir vístu í stuttum, hvussu eitt ókent tal av aktivistum gingu framvið gardunum hjá Den Kongelige Livgarde.

Eitt video, sum vísir hendingina millum vaktarmannin og aktivistin, er síðani deilt fleiri ferðir á sosialu miðlunum.

Millum annað á Instagram, har fleiri enn 15.000 fólk hava dámt videolagið.

– Kvøldsins hetja, skrivar brúkarin, sum legði videolagið út.

Á Facebook hevur videolagið fingið 35.000 likes í kvøld.

Videobrotið hevur eisini fingið nógvar views á sosiala miðlinum Reddit.

Fleiri enn 1.000 fólk hava viðmerkt videolagið og luttikið í kjakinum um, hvørt tað var í lagi, at vaktarmaðurin koyrdi veðurlagsaktivistin um koll.

Miðlaoffiserurin hjá Den Kongelige Livgarde, Thomas Helbro Reimann, sigur við TV 2:

– Tað einasta vit kunnu siga er, at vit hava myndugleikan at tryggja, at friður er á Slotstorginum, og tað gera vit 365 dagar um árið. Og um boð verða givin um at flyta av vegnum á Palasstorginum, so mást tú lýða boðum.

 

/Ritzau/