Tað boðar tíðindastovan Reuters frá.
Ukrainski herurin hevði ikki enn gjørt viðmerkingar til ákæruna um álopið, sum Russland segði varð framt við dronum.
Vladimir Saldo, guvernørur, sum er innsettur av Russlandi í Kherson, var tann fyrsti, sum lýsti álopið.
– Tríggjar dronur lupu á eina kaffistovu og eitt hotell í Khorly við Svartahavsstrondina. Sambært fyribils upplýsingum eru fleiri enn 50 fólk særd og 24 fólk doyðu, skrivar Vladimir Saldo á boðtænastuni Telegram.
/Ritzau/











