TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og Hoyr Gary Lineker, Alan Shearer, Rio Ferdinand og Jermaine Jenas taka samanum minniliga dystin í Nice í gjárakvøldið, tá Ísland vann ein søguligan 2-1 sigur, og Ongland upplivdi størstu størstu eyðmýkingina, síðani Ongland tapti 0-1 til USA í HM-endaspælinum í Brasil í 1950. Talan er um eina upptøku frá fótbóltssendingini hjá BBC.
Alan Shearer sigur, at talan er um ringasta avrikið hjá Onglandi nakrantíð. Ongland spældi sín fyrsta landsdyst ímóti Skotlandi í 1872, so skjót høvuðrokning sigur, at hetta er ringasta avrikið hjá Onglandi í 144 ár. Alan Shearer finst at nú fyrrverandi venjaranum, Roy Hodgson fyri onga veruliga spæliætlan at hava, og fyri at taka út spælarar, sum Jack Wilshere og Raheem Sterling.
Rio Ferdinand og Jermaine Jenas spara heldur ikki uppá krútið, og undirstrika eisini hvussu vónbrotnir teir eru.
- Vit eru ikki so góðir, sum vit halda okkum verða, sigur Alan Shearer.
Teir fýra kendu mennirnir hjá BBC geva sær eisini tíð at rósa íslendska avrikinum, og undirstrika, at íslendingar vístu stórt hjarta, og sýndu fyrimyndarligan stríðsvilja.