Á fundinum í kvøld millum lista C og D varð avgjørt, at Albert Ellefsen verður borgmeistari í nýggju Vága Kommunu, varaborgarstjóri verður Jógvan Sjúrður Hansen.
Tað var ein fegin Albert Ellefsen, sum tók telefonina, tá ið vit ringdu fyri at ynskja honum tillukku við starvinum sum borgarstjóri í nýggju kommununi.
Semja er eisini um formanssessirnar í Teknisku nevnd, Menturnarnevndini og Trivnaðarnevndini.
Kommunuvalið 11. november 2008
Vága kommuna
11.11.2008
Listi Atkvøður % Vald
A 28 2,41% 0
B 296 25,5% 3
C 298 25,7% 3
D 536 46,2% 6
Atkvøður 1158
Valrætt - Valluttøka 1405 82,4%
Nývalt bygdarráð
Nr. Listi Navn Atkv.
1 B Sólfríð Fjallsbak 48
2 B Joen Pauli Frederiksen 85
3 B Jónhard Selfoss 31
4 C Albert Ólavur Ellefsen 53
5 C Emmy H. Sandberg Joensen 45
6 C Marin O. Sigvaldsd. Bláberg 43
7 D Egil S. H. Petersen 44
8 D Jóhannes Klein 94
9 D Ásla J. H. Joensen 71
10 D Jonhard Joensen 44
11 D Jógvan S. Hansen 67
12 D Dánjal T. Thomsen 72
Í dag hevur verið lutakast ímillum Jonhard Joensen og Egil Petersen á lista D, sum báðir fingu 44 atkvøður, Egil Petersen vann lutakastið og verður tí 5. umboð fyri lista D.