Aldargamlar myndir í Spaniastovu

Leygardagin 7. desember letur upp framsýning við yvir 100 ára gomlum myndum í Spaniastovu í Klaksvík

 

 

Tað er fotografurin Per á Hædd, sum í 1977 keypti ein kassa við 140 glasplátum frá einum donskum starvsbróðuri, men nú ætlar Per at lata Norðoya Fornminnasavn fáa pláturnar. Í tí sambandi verður skipað fyri stórari framsýning av myndunum í Spaniastovu í Klaksvík.

 

– Tann fotografurin, sum hevur tikið allar hesar myndirnar, eitur Anders Peter Hansen, og hann var í Føroyum í 1911 og tók myndir ymsastaðni, greiðir Per frá hesum stóra og forkunnuga myndasavni sínum, ið fevnir um sera góðar myndir, har dygdin er á høgum stigi.

 

– Talan er um myndir í Norðoyggjum, Eysturoynni og fyri ein part Streymoynni, og nógv er lokaliserað á myndunum. Har eru hvalastøðir, bátsmanningar, bygdir, neytakonur, fiskaarbeiði, og sum heild er talan um stemningsfullar fotomyndir, har tú sært torvroykin úr skorsteinunum.

 

– Nú havi eg átt hesar myndirnar í yvir 35 ár, so eg havi nú hug at enda henda kapitulin við at donera Norðoya Fornminnasavni allar glaspláturnar, samstundis sum eitt gott úrval av myndunum verður víst fram, sigur Per á Hædd.

 

– Eg havi valt einar 35 av teimum 140 myndum út, sum eg havi fingið gjørt í stórari stødd, men eisini eru smærri eintøk av myndunum at síggja, umframt at fólk kunnu síggja sjálvar glaspláturnar og eitt myndatól av sama slag, sum Anders Peter Hansen brúkt og ferðaðist um oyggjarnar við, sigur Per á Hædd.