Gunnar Nattestad
????????
El-felagið SEV og oljufelagið ENI saman við Wavegen hava stovnað eitt felag, sum teir nevna SeWave, hetta felag hevur ætlan um at byggja eitt alduorkuverk út í Nípu.
Hetta alduorkuverk er bert eitt royndarverk, sum fer at geva eina sera lítla el-orku, í mun til tað ógvusligu ávirkan á eitt av Føroya vakrastu nátturuøkjum og vil harafturat hava eina oyðandi ávirkan á allan heiðafuglin.
Sambært tí, sum eg havi fingið upplýst, ætla teir at gera ein veg, út í Nípu, har ein tunnil verður borðaður úti í Svanga.
Her nevni eg nakrar vansar við hesi ætlan:
1.Vegurin vil hava eina ógvusliga ávirkan á hetta nátturuøkið.
2.Bil ferðsla út til tunnilsmunnan.
3.Heiðafuglur vil ikki støðast har longur.
4. Tað er ein stórur vandi fyri, at ristingarnir frá spreingingunum kunnu gera, at eitt stórt økið av Nípubergi rapar niður, av tí at har er so nógv leyst tilfarð.
5. Tá hesi 8 stóru hol eru sprongd út í Nípubergi, er ein vandi fyri, at brimið fer at gera tey størri og og møguleiki verður fyri omanlopi.
6. Eitt stórt plast-rør má leggjast frá tunnilsmunnanum og út til Bøssdalafoss ímeðan eirbeiðið fer fram, av tí at borislammið ikki kann fara út í Leitisvatn, sum verður nýtt til drekkivatn.
Fyrsta byggistig er við eini turbinu uppá 200 KW, sum teir rokna við, fer at geva í miðal 57% ella 114 KW. Men tað er ov høgt sett, av tí at tað mangan er kyrt undir Nípu Barmi og enn ongar aldumátingar gjørdar.
Til samanberingar ger Vestas vindmyllur frá 650 - 4500 KW.
Um allar turbinurnar verða bygdar, fer tað at kosta 93 milliónir, sum kann blíva væl hægri, um tað verður leyst tilfar í tunnilinum.
Um tað verður eitt portur fyri tunnils-munnan, so fær turbinan eitt móttrýst og harvið vil turbinan ikki verða so effektiv. Um tunnilin verður opin, vil turbinan verða nógv effektivari, men so verður tað sum ein yvirvaksin blokkfloyta, sum vil ávirka alt umhvørvið.
SEV hevur nú í fleiri ár, havt eina stóra mótstøðu ímóti vindmyllum, av tí at el-netið skal verða ov veikt til, at taka ímóti orku frá vindmyllum. Men hetta alduorkuverk fer eisini at geva eina óstøðuga orku, tí at tað ikki altíð er brim við Nípuna. Allar hesar milliónirnar kundu verði nógv betur nyttar, við at sett fleiri stórar vindmyllur upp. Og tað sum el-netið hjá SEV ikki er ført fyri at taka ímóti, kann nýtast til at framleiða Brint við, sum so verður nýtt til "brændselcellir".
Tað fyrikemur mær sum, at hetta er eitt prestigu projekt, sum bara skal trumfast ígjøgnum uttan at hugsa um fylgjurnar.
Eg vil hervið heita á Miðvágs Kommunu, um at nokta byggiloyvið til hesa verkætlan.