Aldursformaðurin hevur sett nýggja Løgtingið

Nú verða valbrøvini og valúrslitið kannað, síðani verður tingfundurin uppafturtikin

Klokkan 10:32 verður tingfundurin uppafturtikin, sum aldursforaðurin, Jenis av Rana, niðurlegði, eftir at hann hevði heitt á nøkur tingfólk um at kanna valbrøvini og valúrslitið. Tað eru formlig viðurskifti, summ skulu avgreiðast, áðrenn tingið skipar seg.

Um eina løtu, tá tingfundurin verður uppafturtikin, verður Johan Dahl úr Sambandsflokkinum valdur til tingformann.

Síðani verður Beinir Johannesen valdur til løgmann. Eftir tað fer hann at boða frá, hvørji landsstýrisfólkini verða.

Síðan fara landsstýrsfólkini, sum øll eru vald í Løgtingið, at siga tingsessirnar frá sær, og varafólkini taka sæti fyri tað. Eisini tað skal samtykkjast av Løgtinginum.

 

##med2##

##med3##

##med4##