Aldursforsetin er fluttur niður

Fram imóti dystarenda misbrúkti TB brotsspark ímóti meistaraliðnum í Klaksvík, har Filip Brattbakk skoraði hattrikk

Tað var einki at rafla um, tá ið TB fór á vøllin í Klaksvík, har tey undan dystarbyrjan fagnaðu meistaraliðnum.

 

Um møguleikin fyri at varðveita plássið í bestu deildini skuldi vera varðveittur inntil leygardagin, tá ið TB í síðsta umfari eigur heimavøll ímóti B68, so var tað neyðugt, at TB vann stig í Klaksvík.

 

Fyrr í ár hevur KÍ vunnið 10-0 á heimavølli og 5-0 á útivølli ímóti TB, og í dag endaði tað við 60 heimasigri í Klaksvík.

 

Úrslitið ber við sær, at tað undan síðsta umfari er greitt, at TB næsta kappingarár aftur fer at spæla í næstbestu deildini, sum liðið fyri einum ári síðani flutti upp úr.

 

TB er longu farið undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár. Eitt nú er tað greitt, at dámligi venjarin Thomas Thinggaard, sum fyrr í ár kom úr Danmark og til Tvøroyrar, verður TB venjari í 2026 og 2027.

 

Filip Brattbakk hevur havt ilt við at finna fast pláss, síðani hann síðsta vetur flutti til Klaksvíkar. Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri við at skora hattrikk. Nú hevur hann skorað sjey mál í bestu landskappingini í ár. Hini KÍ málini skoraðu Árni Frederiksberg, Mads Bo Mikkelsen og 17 ára gamli Páll Müller, sum við sínum fyrsta máli í bestu deildini staðfesti tennissigurin tveir minuttir eftir, at hann varð skiftur inn. Uppleggið átti innskifti Claes Philip Kronberg, sum fyri síðstu ferð var á KÍ liðnum á heimavøllinum í Klaksvík.

 

Fram ímóti dystarenda bríkslaði dómarin fyri brotssparki til TB, men Mark F. Jensen í KÍ málinum tveitti seg til vinstru og stórbjargaði, tá ið Samudeen Musah, sum í dag var miðverji, royndi seg úr 11 metrum.

 

Leygardagin fara klaksvíkingar út til Runavíkar eftir FM steypinum og gullkrónunum.

 

 

 

KÍ – TB 6-0

 

1-0: Filip Brattbakk

 

2-0: Filip Brattbakk

 

3-0: Árni Frederiksberg

 

4-0: Filip Brattbakk

 

5-0: Mads Bo Mikkelsen

 

6-0: Páll Müller

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Mads Bo Mikkelsen, Jákuo B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Patrik Johannesen, Filip Brattbakk

 

TB: Anders Tønnesen – Jóhan Renéson Thomsen, Torkil Holm, Amidou Diop, Samudeen Musah, Tummas Pauli Christiansson – Mattias Dal Djurhuus, Mikkel Kjærgaard, Joel Sundström, Erik Johansen – Aron Arnholdsson