Tvey føroyingalið í týsku bundesliguni vóru í leiki í dag.
Vilhelm Poulsen var saman við Justus Fischer toppskjútti hjá Hannover-Burgdorf, sum á útivølli tapti 30-33 (13-15) fyri Minden. Vilhelm og Justus Fischer skutu fimm mál hvør. Vilhelm var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál (assist).
Hannover-Burgdorf er nummar 12 í deildini við seks stigum.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á útivølli 36-30 (17-15) á Stuttgart.
Hákun og liðfelagarnir eru nummar fimm í deildini við 14 stigum. Flensburg-Handewitt er við 16 stigum fremst í deildini.