Vilja hava lækna sum stjóra í Heilsustýrinum

Læknafelag Føroya átalar støðuna í Heilsustýrinum: Heilsustýrið í vanda fyri at verða uttan læknaliga leiðslu – sjúklingatrygd er ikki eitt Djøf-mál.

Tíðindaskriv:

Í Heilsustýrinum hevur bert verið ein lækni í starvi – stjórin. Nú er komið alment fram, at hesin læknin ikki longur er virkandi stjóri og fer úr starvi í næstum. Samstundis er stjórastarvið lýst leyst uttan krav um læknaútbúgving. Útlit er tí til, at nýggi stjórin ikki verður lækni, og at Heilsustýrið verður uttan læknaliga leiðslu – ein óneyðugur váði fyri sjúklingatrygd og álitið á avgerðir hjá myndugleikanum.

Vit vilja vísa á, at í okkara grannalondum – í Danmark, Norra, Svøríki og Íslandi – eru stjórarnir í heilsustýrunum læknar. Tað er ein góð orsøk til tess: Læknar hava besta innlit í heilsuverkinum og kunnu bera ábyrgd og taka avgerðir um heilsufaklig viðurskifti fyri alt samfelagið.

Heilsustýrið umsitur eisini farsóttarlógina. Slík handfaring krevur læknaliga meting og ábyrgd – m.a. í sambandi við smittusporing, ráðgeving og raðfestingar.

Læknafelag Føroya hevur víst á omanfyrinevnda trupulleika á fundi við Heilsumálaráðið 9. oktober. Læknafelag Føroya væntar, at Heilsumálaráðið lurtar eftir fakliga serkunnleikanum á økinum og setir stjóra til Heilsustýrið, sum er lækni.

 


Vegna nevnd Læknafelagsins Ragnar Djurhuus Hammer, formaður