Rætting 30.12. 2016
Av onkrari orsøk er hendan greinin komin fyri á in.fo tvær ferðir. Hetta eru ikki tíðindi, tí Alf andaðist í juni og ikki nú í desember. Vit umbera mistakið og grína við tykkum, sum hava uppdagað feilin og boðað okkum frá. Gott at hava árvaknar lesarar. /Redaktiónin í Miðlahúsinum.
Michu Meszaros, ið var 88 centimetrar høgur, var leikarin, ið leikti Alf í sjónvarpsrøðini, ið eisini nevndist ALF. Røðin var væl dámd í áttatiárunum, og var um løgna rúmdarskapningin Alf, ið komin var á jørðina, og helt til hjá eini familju.
Michu Meszaros var inni í alf-draktini,og gav harvið Alf lív. Vð sínum 88 centimetrum hóskaði hann væl til júst henda leiklutin. Røddina á Alf átti annar leikari, Paul Fusco.
Michu Meszaros kom úr Ungarn, og gjørdist í 1973 limur í einum ferðandi sirkusi. Hann upplivdi at standa á palli frammanfyri bæði Jimmy Carter og Ronald Reagan. Eisini var hann vinmaður Michael Jackson.