Føroyingar háða ikki
Alfred Olsen hevur á tingi nevnt, at hann ikki kann taka undir við 266b og tí heldur ikki 266b stykki tvey, og at orsøkin til tað er, at tað er óføroyskt at happa.
- Eg verði ofta sagdur at gera føroyingar betri enn teir eru, men eg haldi ikki, at føroyinga plaga at háða og spotta hvønn annan, sigur Alfred Olsen, tingmaður. Tí heldur hann ikki nakra orsøk vera, at hava ein 266b við úrvaldum bólkum, tí hann heldur, at mannarættindasáttmálin, sum er galdandi fyri Evropa er ein nógv betri loysn.
Vil hava lógina upp á pláss
Karsten Hansen er ikki í iva um, at tað er ein gongd leið at broyta 266b, so kynslig orientering ikki longur er partur av lógini.
- Tey samkyndu eru ikki øðrvísi enn nakar annar bólkur, sigur Karsten Hansen, og leggur afturat, at tað er tað hann meinar við, tá hann sigur, at mann burdi reinsa 266b.
Hann staðfestir somuleiðis, at tað hann ongantíð vil ganga við til at lóggeva positivt fyri tingum, sum er í stríð við trúnna hjá honum.
- Eg havi onki ímóti samkyndum. Eg kenni fleiri skilafólk, sum eru samkynd, og sjálvandi skal tað vera pláss fyri øllum fólkum í Føroyum, men lógin skal vera galdandi fyri øll, og ikki bara ávísar bólkar, sigur hann.
Eisini greiðir hann frá, at hann ikki nýtir bíbliuna at lóggeva við, men at hon er meginreglan, hann roynir at liva við.
Samfelagið fer í hundarnar
- Eg sigi ikki, at tað er óføroyskt at vera samkyndur, tí so leingi tað eru føroyingar, sum eru samkyndir, so man tað vera føroyskt. Eg meini bara, at tað er óføroyskt at hava eitt sekulariserað samfelag, tí Føroyar hava altíð bygt á bíbilsku virðini, og tað hevur gjørt samfelagið til tað, tað er, sigur Bill Justinussen, tingmaður.
Tað, sum hann er so bangin fyri við 266b og líknandi lógum, er at vit koma í somu trupulleikar sum grannalondini hjá okkum, har tolsemi skapar trupulleikar, tí tey hava fingið so nógvar innflytarar í landið. Tað er tí tolsemi ikki skal vera ov stórt, sigur Bill Justinussen.
Hann staðfestir eisini, at einasta orsøkin til at homoseksuel hava fingið lógir at verja seg við, sum eftir hansara tykki eru óneyðugar, er tann ógvusliga lobbyisman, sum samkynd hava nýtt seinastu árini fyri at gera samkynd til ein serligan bólk.
- Tað er so øgiliga stórur munur á at vera littur og at vera samkyndur. Tú kanst onki gera við, at tú ert littur, tað er nakað, tú ert føddur til, sigur Bill Justinussen.
Hann leggur afturat, at tað, sum hevur gjørt føroyska samfelagið er so gott, er at kristnu grundvirðini eru so fest í samfelagið í bæði fólkaskúlalóg, hjá teimum ráðandi og so framvegis.
- Sjálvandi skulu vit lóggeva við grund úr bíbliunim, tí tað er ikki ein gongd leið at skilja religión og politikk, sigur Bill Justinussen.