Alfred og Jens Petur Egholm: Tvær sjóhetjur

Tað eru nógvar frásagnir um vanlukkur á sjónum, sum hava kostað mannalív. Men tað eru eisini nógvar um framúr bjargingaravrik, summi meira kend enn onnur. Í hesi og komandi Miðviku verður greitt frá avrikum hjá brøðrunum Alfred og Jens Petur Egholm.

Óli Jacobsen

Ein kend og stór ætt í Havn eru eftirkomararnir hjá Onnu Sofíu f. Petersen, ættað úr Funningi og Johan Hendrik Egholm, ættaður Streymnesi, sum búsettust í Havn.
Tey bæði áttu 11 børn, sum hvør í sínum lagi komu at gera vart við seg á ymiskum økjum. Tveir av syn­unum og ein versonur gjørdust eis­ini kendir skiparar. Teir vóru Alfred og Jens Petur Egholm og svágurin Sofus Højgaard úr Rituvík, sum gift­ist við Helenu, sum var kend jarð­ar­móður í Havn. Ein annar svágur, Petur Dahl, sum giftist við Nellu, kom eisini at hava ein týðandi leik­lut í okkara fiskivinnusøgu. Syst­irin Hertha, giftist við Effa Mohr, sum eisini sigldi stóran part av lívi­num.

Bjargingin av manningini á Langa­nesi
Jens Petur Egholm var í 1935 skip­ari á Mignonette, sum bjargaði mann­ingini á Langanes, tá ið skipið kom í havsneyð á Suðurlandinum.
Føroya Social Demokratur hevði eina frásøgn frá hesi hending og verður tikið burtur úr henni.
Tað var ódnarveður. Stormur og øgiligur sjógvur. Ein ótti var á øllum – sum tað ofta er fyri ófrættum, og tá ið harðveðrið, stormurin og hav­ódnin versna í hvørjum og skaka hitt lítla farið, so tað darrar í hvørj­um spreki.
Tað var mánkvøldið 11. mars kl. 9-9½, at ólukkan hendi. Teir lógu vestur úr Vestmannaoyggjunum, ein­­ar 35-40 fjórðingar úr landi. Trígg­ir menn vóru uppi á vakt, tveir í stýri­­húsinum og ein stóð í kapp­an­um har frammi.
Knappliga kemur ein ovurstórur brotasjógvur. Teir síggja hann, var­skógva hinar og leypa niður undir. Bestimaðurin varð tó hangandi hálvur í kappanum. Lufttrýstið var so sterkt, at hann slapp ikki niður undir.
Alt í skipinum uttan sjálv maskin­an breyt seg leyst og slongdist yvir í stýriborð. Kolið breyt seg upp ígjøg­­num dúrkið í lugarinum og slongd­­ist upp úr kolkjallaranum upp í koyggjurnar, fúkandi um oyr­­uni á mannskapinum, ið saman við koyggjuklæðum og øðrum fór sama vegin. Summir av monnunum havn­aðu í kolkjallaranum, aðrir í stýri­­borðs­koyggjunum. Tað vanda­mikl­­asta var saltið, ið alt fór yvir í sama borðið.

Ræðusjón á dekkinum
So skjótt manningin var komið aft­­ur á føtur aftaná hetta herviliga kast­ið, lupu allir upp á dekkið. Tað var ein ræðusjón, ið teir har sóu: Aftur­mast­urin, fiskakassin, stúttur og svína­­ryggurin í bakborð var brotið burtur. Bumm­urin hevði kvett lævant­ini. Skipið lá vatnrætt á liðuni og stórseglið var fult av sjógv. Saltið og alt leyst undir dekkinum var jú kastað yvir í læborð. Hetta sam­an við tí fulla stórseglinum gjørdi tað ómøguligt hjá skipinum at reisa seg. Teir hugsaðu, at skipið sakk beinan vegin. Men tá ið teir merktu, at tað varð flótandi, gav skip­arin boð at oysa. Men tað var ikki so lætt. Ódnarveðrið helt á við sama lag. Mannskapið hevði einki skjól, hevði einans lulúnning at krøkja seg fastan til. Pumpan var eis­ini blivin í óstandi og kundi ikki brúk­ast. Sjógvarnir blivu við at bróta inn yvir skipið, tó ikki so stórir, sum hin ræðuligi skaða­sjógv­urin.
Fyri at bjarga lívinum máttu talju­repini á stórmastrini í lu kapp­ast. Hvør maður hevði nóg mikið við at halda sær.
Tá ið masturin var farin fyri borð, reisti skipið seg eitt sindur á aftur. Roynt varð nú at sleppa niður undur aftur fyri at koma til at skumpa salt úr læborði aftur í luborð. Tað var tá nærum eitt undur, at tað fyrsta, teir komu framá, vóru nakrir spakar og nakrar spannir, sum annars eins væl kundu ligið undir saltinum.

Bjargingarroysni
Rópini um hjálp í neyðini vóru hjartaskerandi. Tað vóru teir, sum vóru á fyrsta túri. Tað var eisini eitt Guds undur, at ikki tveir av mann­ingini sjólótust við tað sama. Ein sjógvur kom líka aftaná, at teir vóru komnir upp á dekkið. Hann tók tveir menn við sær, annan út á stokkin og hin heilt fyri borð. Hin fyrri flotnaði inn aftur. Hin seinni kom aftur við loringini. Har stendur ein sunnbingur, ein sonn kempa. Hann sær mannin, og hóast hann hevur ilt við sjálvur at halda sær, sleppur hann aðrari hondini, rættir seg eftir manninum, fær í hann, og við eitt ómenniskjaligt tak syftir hann mannin inn aftur á dekkið. Henda bjargingargerð av sunnbinginum, Hjalmar Thomsen, var eitt roysni.
Hjalmar fekk heiðursløn frá Carnegiegrunninum fyri sítt avrik. Pápi tann bjargaða drongin læt í takksemi Hjalmar  fáa eitt lamb hvørt heyst

14 tímar í bardaga móti havsins ódn
Farið varð nú undir at oysa og skumpa salt. Sjógvurin stóð upp um motorin í maskinrúminum, upp undir “gallaríið” í kahúttini og upp um beinkirnar har frammi og væl upp um banjaran í lastini.
Tað varð oyst í 14 samfullar tímar. Tá vóru vónir um at fáa motor­in í gongd, um hann var heil­ur. Motorpassarin fór so niður undir at arbeiða uppá motorin. Og tað eydnaðist. Men veðrið var enn tað sama. Tað stóð í einum roki. Eing­in var kumpassin at stýra eftir. Men skiparin meinti, at ættin var tann sama. So varð lensað í hálvan ann­an tíma eftir landi. Flestu høvdu ikki smakkað mat í 20 tímar. Tað ein­asta teir fingur fatur í, var ein kassi av mjólk.

Mignonetta sum ein frelsandi eingil
Tá vildi so væl til, at Mignonette, har Jens Peter Egholm var skipari, kom fram á Langanes. Teir blussaðu til hana og bóðu um bjarging.
Mignonetta legði seg í luð av Langa­nes og setti bátin út við lín­um á og tveimum pøsum at oysa við, bundnar undir bekkin. At seta menn í bátin var ov mikið hættisligt, og eisini vildu teir tikið pláss upp. Tað galt jú um at bjarga so nógvum monnum sum møguligt í senn.
Báturin rak undan veðrinum niður á Langanes. Fimm menn lupu í hann. Hann dreiv undir luloring­ina, men eingin skaði hendi, tíbetur. So hálaði manningin á Mignonette bát­in aftur til skipið. Soleiðis varð gjørt fýra ferðir í røkur. Til ta fjórðu ferðina vóru skiparin, motor­­­passarin og tríggir menn eftir á Langa­nes. Tríggir menn lupu í bátin. Tá teir á Mignonette hálaðu til, slitnaði endin. Teir tríggir menn­inir settu føtur í bekk at rógva aft­­­­ur til Langanes fyri at bjarga skip­­ar­anum og motorpassaranum. Skip­ar­in var síðsti maður, ið leyp í bátin. Fýra settust nú at rógva og fimti at oysa. Báturin fekk tá ein so stór­an sjógv, at hann fyltist og var líka við at farast. Kom bert ein lítil sjógvur tá í løtuni aftrat, var úti við teim. Teir róðu fyri lívinum, og tað eydn­aðist at koma at borði í øllum góðum.
Teir á Langanes komu at kalla nakn­ir í bátin, øll klæðini vóru mist.

Hopleyst at sleipa
Talað var eisini um at royna at sleipa Langanes við Mignonette. Men barometrið fall, og tað sá út til grimdarveður av nýggjum. Liggja um náttina yvir einum myrk­um vraki bar ikki til. Tað var ov hættis­ligt.
Seinri á degi kom Havgásin fram við vrakinum. Hon koyrdi flaggið upp eftir Mignonette, ið sigldi hana uppá “prai”. Teir á Havgásini spurdu, um manningin var bjargað. Tá ið svarað var ja, fór hon sína kós – heldur ikki hon hætti sær at fara í holt við vrakið, so sum veðurstandurin var. Og ódnarveðrið kom eisini, so Mignonetta noyddist at leggja bakk um náttina. Dagin eftir í lýsingini helmaði í, og varð farið aftur at sigla.
Komið varð til Vestmanna­oyggj­arnar kl. 4 s. p. hin 13 mars. Móttøkan var sera góð.
Manningin á Langanes bað blað­ið um at bera eina hjartaliga tøkk til skiparin og manningina á Mignonette fyri teirra hjálp og óføra góða viðferð á allan hátt.
Lagt varð afturat:
“Teir verða seint gloymdir av okkum, sum teir eiga lívið í. Vit biðja tygum eisini skriva eina kvøðu og tøkk til teir frændir okkara, ís­lend­ingar, ið tóku ímóti okkum á sann­an frændahátt, so frálíka blíðir og hjálp­samir teir vóru”.

Skipsdagbókin hjá Mignionette
Jens Peter Egholm skrivaði í skips­dagbókina um hesa hending og lýsir væl tað avrik, sum talan var um:

Skibets sted Islands SV-Kyst
Storm med Regntykning og høj Sø fra SSØ. Laa bak med Svikrebet. Sejl for Bagbord. Paa Fm. Vagten kl. 10 observeredes ret forude i en Afstand af ca. ¼ sømil. et Skib (Vrag) uden Master; men ved Klos Nærm­else ses dog at levende Menn­esker er ombord og Motoren er i Gang. Af de ca 6-8 Mand af Vraget, som befandt sig fra Dækket, blev der ustandseligt svinget med Olie­klæder m.m mod os. Vejret var stadigvæk orkanagtigt. Om at foretage (sig) et Redningsforsøg efter de Skibbrudne syntes at være haabløst ved første Øjekast. Men ved lidt Overvejelse blev der dog taget en Beslutning, som muligvis kunde lykkes at redde de ombord­værende. Sigtbarheden var meget daarlig, saa Vraget var let at miste af Sigte i den oprørte Sø.
Motoren blev startet og hver Mand kaldt fra Dæk Der blev manovreret saaledes, at vi kom at ligge i en passende Afstand i lu af Vraget, som viste sig at være T.G. 3 (Langanes).
Redningsbaaden blev sat ud og Olie blev ustandselig udgydt paa Søen. Ved Hjælp af de bedste og længste Liner vi ejede ombord, blev Baaden firet agter med ingen Mand i, indtil den kom saa nær Vragets Luside, at de ombordværende fik fat og kunde springe i Baaden.
Første Gang fik vi 5 Mand, hvilket var efter min Mening for faa; men de Skibbrudnes Mening om en slig Redning var ikke saa lovende under slige Omstændigheder. And­en Gang fik vi 8 Mand; men tredje Gang kun 4, hvilket kunde for­aar­sage, at de sidste 5 slet ikke blev reddet; for fjerde Gang da Baaden kom paa Siden af Vraget og kun 3 Mand var kommen i den brast vores Line og vi blev løs fra Baaden; men de sidste 2 fra Vraget kom dog alligevel i Baaden. Vi gjorde en Sej­lads til læ af Vrag og Baad og fik saaledes for fjerde Gang de sidste af de Skibbrudne omb. Kl. var da bleven 2 om Eftermiddagen og Stormen var ikke bleven mindre. Vejret var blevet meget usigtbart (regntykt) og vi mistede Vraget af Syne. Kl. 4 Em sprang Vinden om og blev vestlig med svag Kuling og temmelig godt sigtbart Vejr men oprørt Sø. Der blev stimet i den Retning, som Vraget muligvis kunde være at se, hvis det ikke var gaaet til Bunds, men det saas ikke. Om Natten blev det stimet efter Vestmansøerne. Paa Fm-Vagten den 13. kom vi til Vestmansøerne og i Løbet af Dagen kom Motor(båd) fra Land og afhentede de Skibbrudne.
Langanes varð seinni funnin  og fór aftur til fiskiskap.

Jens Petur Egholm
Jens Petur Egholm andaðist 13. september 1982.
Í “Dimmalætting” 18. september 1982 skrivaði Eiden Müller m.a.:
Tað tynnist – liðið av góðum, gomlum Havnarfólki.
Í vikuni komu deyðsboðini av Jens Peter Egholm, fyrrverandi skip­­­ari, vanliga Dess nevndur. Hann var, nú hann doyði, farin um tey 80, men vinfólk og kenningar, ið høvdu hitt hann bert stutt herfyri í tún­in­um við hús, varnaðust ikki, at hann skuldi slókna so brádliga.
Dess var runnin av góðari ætt, og systkini vóru mong í tali, ið ald vóru upp í barnaheiminum undir Glaðsheyggi – og væl varð uppalt, tað var Dess sjálvur dømi um.
Sum so mangur annar havnar­drongur tá í tíðini fór hann á ungum árum til skips, og manga baldruta ferð hevur hann havt undir Íslandi og í Grønlandi.
Skiparaprógv tók hann eisini ungur, og dúgligur skipari royndist mong, mong ár við sluppunum úr Havn. Ein tann fyrsta, hann mundi føra, var Prinsessan – “Prin­sesse Marie” – tá ein av minstu Havnarsluppum. Seinni kom hann at gerast skipari hjá svágrinum, Sofus Højgaard, Sofus í Rituvík, á “Mignonette”, og uppaftur seinni var hann skipari hjá Petur Dahl, sála, ið m.a. átti “Torrasól”, “Vársól” og “Guðrun Zoga”
Álitismaður var Dess Egholm alla sína tíð og ein vala borgari í heim­býi sínum.
---
Komandi partur
Í komandi parti verður m.a. greitt frá bjargingaavrikinum hjá Alfred Egholm í 1932.