Tað gleddi meg, sum ein av fyrireikarunum til tann almenna fundin á Svangaskarði av framløguni av Skálafjarðartunlunum, at síggja forkvinnuna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd koma á fundin, og sjálvandi fekk hon pláss í fremstu røð.
Møguleiki at spyrja.
Tá tann professionella framløgan av prosjektinum var liðug og landsstýrismaðurin hevði havt orðið, var møguleiki hjá øllum, kanska burtursæð frá løgtingsmonnum, at spyrja um hvat tað skuldi vera viðv. tunnilsprosjektinum, vegaføringini og ferðsluni.
Nøkur fundarfólk nýttu hetta høvið og fingu svar, men røddin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd var kvirr og tað tók eg sum eitt positivt signal um góðkenning av hesum spennandi prosjekti.
Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Men nú sunnudagin boðar Rúna Sivertsen frá, at Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur skrivað til Løgmann (hví løgmann?) og Bjarna Djurholm viðv. Skálafjarðartunlunum, tí hon bæði øtaðist og var skelkað av, at ongin hevði spurt um trygdina á fundinum. Men hví spurdi Rúna Sivertsen ikki um trygdina?.
Eg vóni ikki, at Ráðið fyri Ferðslutrygd heitir á løgmann og landsstýrismannin, við tí fyri eyga, at steðga tunnilsprosjektinum? Tá eg hugsi um tað øking í ferðslutrygdini, tað stóru tíðarsparingina, minni dálking av umhvørvið, nógv minni oljunýtslu, minni slit av vegnum o.s.v. hesin tunnilin viðførir fyri ferðsluna í Føroyum.
Rúna Sivertsen.
Eg vóni ikki, at hetta átak hjá forkvinnuni í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, er gjørt fyri at markera hana sjálva, tí til tað er prosjektið alt ov týðandi, fyri at økja um ferðslutrygdina í Føroyum, og tí fari eg at heita á Ráðið fyri Ferðslutrygd, um at arbeiða saman við Skálafjarðartunnlunum, fyri at fáa prosjektið so fullkomið sum gjørligt.
Null-hugsjónin
Eg eri ikki í iva um, at trygdin í Skálafjarðartunlunum, sum er sett í hásæti, og eftir strongu norsku ásetingunum, vil vera við til, at vit koma nærri null-hugsjónini, um at ongin í Føroyum skal láta lív í ferðsluni, og tí heiti eg á Ráðið fyri Ferðslutrygd, um at samarbeiða í staðin fyri at mótarbeiða.