Ein ógvuslig algublóming í syðra parti av fjørðinum við Troms og norðara parti av Nordland í Noregi hevur ført til, at nógvur laksur er deyður. Elisabeth Balteskard, dagligur leiðari í Northern Lights Salmon, fortelur um nøkur øgilig samdøgur við nógvum deyðum fiski.
Mánakvøldið í hesi vikuni sá alt út til at vera í lagi á teimum trimum alibrúkunum hjá Northern Lights Salmon, men morgunin eftir gjørdist Elisabeth Balteskard órógvað av støðuni.
- Fóðrararnir, sum komu til arbeiðis nakað fyri klokkan 07 týsmorgunin, hildu, at fiskurin tóktist eitt sindur løgin. Hann tóktist strongdur og svam ikki í tí mynstri, hann plagar at svimja, sigur hon.
Vatnroyndir í alinótunum og nøgdin av súrevni ella oxygeni vístiu seg at vera í lagi. Men, kortini lá ein fjaldur vandi í sjónum.
- Sum týsmorgunin leið, sendu vit fleiri fólk út at kanna viðurskiftini, og tá sóu tey, at nógvur fiskur var deyður og hálvdeyður. Tað visti seg, at tað vóru algur, sum høvdu dripið laksin.
Seinastu dagarnar hava fólk hjá Northern Lights Salmon arbeitt hart fyri at fáa deyðan fisk upp úr nótunum, og sagt verður, at algublómingin við júst hesum slag av algum er eitt av tí ringasta, sum kann henda.
- Algublómingin kemur burtur úr ongum. Tú veitst ikki, hvussu umfatandi hetta er, ei heldur, hvussu leingi hetta varar, sigur Elisabeth Balteskard.
NRK skrivar, at samanlagt eru fýra alifeløg Noregi í løtuni rakt av algu-trupulleikum í løtuni, og Sintef Ocean hevur greinað algurnar, sum hava herjað í Astafjørðinum og Ofotfjørðinum.
Granskari við norska Havgranskingarstovnin, Lars-Johan Naustvoll, sigur, at talan helst um um alguslagið í bólkinum, chrysochromulina. Hann sigur, at hetta eru algur, sum framleiða eitur ið rakar táknurnar hjá fiskinum, soleiðis at fiskurin ikki fær súrevni.
Hann vísir á, at hetta er ein alga, sum náttúrliga er í havinum, og av og á sæst rættilig algublóming. Seinast hetta hendi, var tíðliga í nítiárunum. Granskarin heldur tað vera trupult at siga, hví henda algublóming kemur júst nú.
- Men, ein slík uppblóming avhongur av ymiskum fyritreytum, leggur hann aftrat.
Norska Fiskeridirektoratet arbeiðir nú við at finna út av, hvussu nógvur laksur er deyður í hesum alguálopi.
- Vit síggja, at deyðiligheitin liggur um 50 prosent í summum alibrúkum, og í tveimum brúkum er talan um 1000 tons av laksi. So, hetta eru stórar nøgdir, sigur Otto Andreassen, sum starvast hjá norska Fiskeridirektoratet, sum tey rópa tað.
Elisabeth Balteskard, leiðari í Northern Lights Salmon, sigur í samrøðu við NRK, at talan er um 2,4 miljónir laksar, sum eru raktir. Hon veit ikki, hvussu stórt talið av deyðum fiski er í løtuni, men heldur, at talan er um eitt rættiliga stórt tal.