Ali verður grivin í heimbýnum Louisville

Heimskendi boksarin Muhammad Ali verður jarðaður fríggjadagin, og talan verður um ein almenna jarðarferð, sigur talsmaður.

Heimskendi boksarin Muhammad Ali verður jarðaður fríggjadagin, og talan verður um ein almenna jarðarferð, sigur talsmaður.

 

Tað verður skipað fyri almennari jarðarferð, tá Muhammad Ali fer til jarðar fríggjadagin. Jarðarferðin verður í føðibýi hansara, Louisville, í Kentucky, USA. Tað sigur talsmaður fyri familjuna.

 

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, skemtarin Billy Crystal og ítróttartíðindamaðurin Bryand Gumpel fara at halda talu við minningarhátíðarhaldið at heiðra Muhammad Ali, sum doyði í morgun, skrivar Ritzau tíðindastovan.

 

Muhammad Ali doyði eftir lagt stríð ímóti sjúkuni parkinson. Hann gjørdist 74 ára gamal.

 

Ein minningarløta fyri tey nærmastu verður hósdagin, dagin fyri stóra minningarhaldið fríggjadagin. Tað sigur Bob Gunnell, sum er talsmaður fyri familjuna.

 

Hann sigur eisini, at Muhammad Ali doyði fríggjakvøldið klokkan 21.10 lokala tíð eftir eitt »septiskt sjokk«, sum hann fekk av nátúrligum ávum.

 

Eitt »septiskt sjokk« merkir, at blóðtrýstið fellir og at ávísir likamslutir ikki fáa nóg mikið av blóði – og tá hjarta, heili, nýru og livur ikki fáa nóg mikið av blóði, so er skjótt at doyggja av tí, skrivar Ritzau.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av Mohammad Ali – bæði sum yngri og eldri.

 

Myndirnar eru úr savninum hjá Polfoto, sum in.fo samstarvar við.