Fótbóltur
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin er ein av bestu fótbóltsspælarunum, sum Danmark nakran tíð hevur fostrað. Men sum venjari vann hann sær ongan tíð nakra stóra yrkisleið. Hann fekk sekkin í Vejle, hevði átta góð ár í Føroyum, og í Luxemburg fekk hann eisini sekkin.
Hetta var í 2004, og síðani hevur nú 57 ára gamli Allan Simonsen búð uttan fyri Barcelona, har hann hevur tikist við ymiskt, sum als ikki hevur við fótbólt at gera.
Men í samrøðu við BT sigur Allan Simnosen, at hann als ikki hevur útilokað fótbóltin úr lívi sínum.
- Trupulleikin í dag er, at fótbólturin er vorðin eitt sirkus. Menn við nógvum pengum halda, at úrslitini koma, bara tú gevur nóg nógvar pengar. Og koma hesi ikki alt fyri eitt, fær venjarin sekkin.
- Um eg fekk tað rætta tilboðið undir røttu fortreytunum, har eg kundi fingið trý ella kanska fimm ár til at byggja eitt lið upp, so vildi eg fegin vent aftur til fótbóltin, sigur Allan Simonsen millum annað í viðtalinum við BT.