Allan liðformaður á Argjum

Nýggir spælarin í AB, Allan Mørkøre, er valdur til liðformann á liðnum hjá argjamonnum. Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Allani í AB, men hann hevur drúgvar royndir sum fótbóltsspælari. Allan kom sum blaðungur á besta liðið hjá KÍ og hevur eisini spælt fyri HB, B36 og ÍBV Íslandi. Harafturat hevur Allan spælt 54 landsdystir fyri Føroyar.
 Allan er við sínum nógvu royndum eitt natúrligt val sum liðskipari. Allan slapp fyri fyrstu ferð leygardagin at royna seg í leiklutinum sum liðskipari. Hesum slapp hann stak væl frá, og argjafólk kunnu gleða seg um, at AB vann og Allan skoraði eitt av málunum, skrivar heimasíðan hjá AB.
Varaliðformaður er 22 ára gamli Rani D. Christiansen.