Sunnukvøldið var Føroya uppgerð á Ólafsfirði. Páll Guðlaugsson, Jens Martin Knudsen og Uni Arge høvdu vitjan av Allani Mørkøre, sum Páll Guðlaugsson fyri níggju árum síðani gjørdi til landsliðsmann, og hinum úr ÍBV.
Vestmannaeyingar stúrdu ikki so lítið fyri uppgerðini. Mikukvøldið eydnaðist tað ÍBV í Albania við 2-1 sigri at spæla seg víðari í Europa Cup fyri meistaralið, og umframt at vera troyttir av sjálvum dystinum, so fylgdi so nógv annað við í kjalarvørrinum.
ÍBV ferðalagið kom ikki aftur til Íslands fyrrenn leygardagin, og tá valdu teir at fara beinleiðis á Norðurlandi, har teir gistu á Akureyri. Men lagið var einki serligt, tí fýra spælarar vóru mateitraðir. Millum hesar var Allan Mørkøre, og hvørki hann ella hinir kundu vera millum teir fyrstu ellivu.
ÍBV vann kortini 3-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-0. Fyrsta málið kom, tá 36 minuttir vóru farnir. Tað var skotið inni í brotsteiginum, og tveir minuttir eftir hvíldina øktu teir við skoti úr brotsteiginum. Eftir 61 minuttir sendu teir langskot í netið úr 20 metrum, og so var liðugt.
Stutt eftir 3-0 málið kom Allan Mørkøre á vøllin, og sambært føroyska ÍBV mannin, so átti sigurin at verið uppaftur størri:
? Vit høvdu møguleikar at skora eini sjey mál, og tað var eingin ivi um, at Jens Martin Knudsen var besti maður hjá Leiftri. Eg hevði tveir góðar møguleikar, eina ferð stútaðu vit í tvørtræið, og tað vóru aðrir møguleikar eisini. Uni Arge fekk millum lítið og einki at arbeiða við, sigur Allan Mørkøre.
ÍBV menninir komu ikki aftur í oyggjarnar fyrrenn klokkan hálvgum trý mánanáttina. Tað vóru ikki floglíkindir, og so fóru teir við lítlum báti, sum ikki gekk serliga skjótt.
Í annaðkvøld tekur ÍBV ímóti ungarska meistaraliðnum í Europa Cup, og mánadagin fara teir av aftur landinum. Seinni dysturin móti ungverska liðnum verður í Budapest mikukvøldið í komandi viku.
? Vit hava so nógv á skránni nú, at tað eru ikki stundir at spæla í landskappingini heima á landi, sigur Allan Mørkøre, sum roknar við, at hann og málverjin hjá ÍBV koma til Føroya 18. august, tá landsdystur verður. ÍBV málverjin verjir málið hjá íslendska landsliðnum.