Allan skal dansa

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin verður millum teir 24 luttakararnar, tá TV2 í september fer undir 12. útgávuna av Vild med dans.

 

Allan Simonsen er kendur sum ein tann besti fótbóltsspælarin, sum danir nakran tíð hava fostrað. Í 1977 varð hann kosin sum ársins spælari í Europa, samanlagt gjørdist tað til 55 landsdystir og 20 mál fyri danska fótbóltslandsliðið.

 

Her í Føroyum varð hann í átta ár ein sera nógv umhildin landsliðsvenjari í fótbólti, men nú verður tað so á dansigólvinum, at danir og føroyingar sleppa at síggja “spurvin úr Vejle”.

 

Ekstra Blaðið skrivar, at Allan skal danska saman við Sofie Kruse, tá Vild med dans aftur kemur á skíggjan tann 13. september.