Allar eru vit drotningar

Inni í øllum kvinnum býr ein drotning. Summar drotningar standa altíð í blóma, meðan aðrar bert eru knubbar, sum bíða eftir várinum, hitanum og sólini, so tær kunnu spretta.

- Drotningin er hevjað upp um livurpostei, sigur Anette Sundby, sum longu hevur hildið drotningaskeið fyri nærum 80 føroyskum kvinnum. Vit hava sett henni stevnu til eitt prát um hennara hátign drotningina og um føroysku kvinnuna.

Treingir lívið til stórvask? Veitst tú innast inni, at tú ikki ert komin á røttu hill? At tú í veruleikanum hevur valt skeivt arbeiði, hjúnafelaga ella bústað? Er meiningsloysið fylgisveinur tín? So er tíðin komin til, at tú tekur ábyrgd, kennir eftir og fylgir hjartanum. Hetta er boðskapurin hjá donsku Anette Sundby, sum seinastu mánaðirnar hevur hildið fimm drotningaskeið her á landi.

- Vit eru øll fødd til okkurt stórt. Allar hava vit eitt drotningapotentiali og eitt kall í lívinum. Kallið er, at onkur ella okkurt kallar á okkum, roynir at vekja okkum, at fáa okkum at lurta. Lurta vit væl, so hoyra vit kallið og kenna á okkum, tá vit eru á røttu leið, sigur Anette Sundby, sum er sannførd um, at fólk hava svarið inni í sær sjálvum.

- Tí nyttar tað onki at geva fólki góð ráð. Heldur vil eg seta provokerandi spurningar, so fólk sjálvi finna svarið. Tá vit fylgja dreymunum og brúka gávurnar, okkum vórðu givnar, blómar lívsgleðin, sigur Anette, sum upprunaliga er útbúgvin lærari. Men seinastu mongu árini hevur hon havt egið virki og hevur útbúgvið seg innan sjálvsmenning, coaching, vørumenning og kreativar loysnir. Á umfatandi kundayvirliti hennara eru bæði smáar og stórar fyritøkur at finna, harímillum eisini risafyritøkur sum A.P. Møller, Novo og SAS.


Dirvi skal til

Ein av høvuðsboðskapunum hjá Anettu er, at vit skulu fylgja hjartanum. Gera tað, sum vit veruliga brenna fyri, og trúgva uppá, at tað kann eydnast.

- Tá tú verður spurd um okkurt og sigur ja beinanvegin, er talan um eitt reint ja. Men tá tú ivast, bara eina lítla løtu, so sigur tú í veruleikanum nei. Til dømis, um eg biði teg koma við til bingo ella at gera okkurt fyri meg, sum tú innast inni ikki hevur hug til. Tú drálar, men fyri ikki at særa meg sigur tú kortini ja. Tá sigur tú í veruleikanum nei, og fylgir ikki hjartanum, men heilanum, sigur Anette.

Hon greiðir í hesum sambandi frá um kvinnur ið siga, at tær trívast ikki í arbeiðinum. Tær hava valt við heilanum og ikki við hjartanum, og tá verður lívsgleðin til tað bera sjabb, har tú letur tær lynda í staðin fyri at liva.

- Ongin broyting fer fram eftir einum degi, og vit skulu sjálvsagt eisini taka fyrilit fyri okkara medmenniskjum og veruleikanum. Tí er tað nóg mikið at broyta í smáum, eitt fet í senn, so vit fáa alt við okkum, sigur Anette Sundby. Og hon vísir á, at tað krevur dirvi at broyta, og at lívið onkuntíð lagar seg soleiðis, at vit verða noydd at vera djørv. – Hóast mótgangur er harður, so lærir hann okkum eisini at koma víðari, sigur hon og vísir á, at á skeiðinum lærir tú, at alt tú hevur upplivað, onkursvegna kann brúkast positivt, eisini tað minni góða. Grundsjónarmiðið er, at tað ongantíð er ov seint, ov vilt, ov vandamikið ella ov trupult. Vilt tú, so ber nærum alt til.


Tú kemur í fyrstu røð

Í mun til royndir hennara við føroyskum kvinnum, heldur Anette tað vera nívandi at eygleiða, hvussu stýrdar føroyskar kvinnur eru av, hvat hini siga og halda um okkum. Hon sigur hetta vera høvuðsorsøkina til, at so nógv ótroytt tilfeingi hjá kvinnunum ongantíð sleppur at síggja dagsins ljós, og at tað er stórt spell fyri alt samfelagið.

- Tit síggja knasandi gott út. Hárið er stylað, klæðini matcha, og børn og heim eru rein og lekkur. Men alt hetta hongur als ikki saman við tí, sum eg síggi og hoyri, tí sjálvar koma tit í síðstu røð, tá øll onnur hava fingið sítt: heimið, arbeiðið og familjan. Men hetta er ikki rætt, tí tú eigur at koma í fremstu røð, sigur Anette.


Finskar og herligar

Anette heldur nógv gott um føroysku kvinnuna. Hon sigur hana vera sterka og dugnaligar, og at hon hugsar ikki bara um seg sjálva.

- Tað er nakað finskt og tungt yvir tykkum, og tað er kanska ikki so løgið, tá hugsað verður um stórslignu náttúruna, fjøllini og sjógvin. Tit vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum, og so hava tit ein fantastiska klókan og beinraknan humor, sigur Anette, sum kortini hevur varnast, at sjálvsvirðið hjá føroysku kvinnunum er sera lágt.

- Á drotningaskeiðinum leggi eg fyri við at spyrja, hvussu nógvar eiga ein pels, og næstan allar peika upp í loft. Síðani spyrji eg, hvussu ofta tær brúka hann, og allar svara ongantíð. Hví er hetta so? spyr Anette retoriskt, og svarar sjálv:

- I har ingen jungler, men verdens værste jungletrummer!


Junglutrummur

Og hon tekur upp aftur, at slatur og óttin fyri at verða samrøðuevni eru størstu forðingarnar fyri lívsgleði hjá føroyskum kvinnum.

- Skrekkurin er at gerast samrøðuevni hjá øðrum, og hvat hini hugsa um teg. Hetta forðar kvinnum í at bjóða seg fram og at fylgja hjartanum. Ein hin fremsta uppgávan eigur tí at vera, at tit gevast við at slatra og døma hvørja aðra, tí tit halda hvørjari aðrari niðri, og eru á tann hátt sjálvar við til at gera lívið keðiligt, sigur Anette. Hon tekur eitt dømi fram um eina kvinnu, sum gekk í bindiklubba, har tær gjørdu eina avtalu um ikki at slatra. Hvørja fer onkur byrjaði at slatra, søgdu hinar frá, og bindiklubburin bleiv nógv hugnaligari og meira gevandi.

- Í sambandi við slatur og sleyg sakni eg fyrigevingina. Fólk hanga uppá syndir, sum vórðu framdar fyri fleiri ættarliðum síðan – hetta er eins og ein kastuskipan, staðfestir Anette.


At seta orð á

Hon vil vera við, at tess meira tosið snýr seg um uttaru viðurskiftini, til dømis onnur fólk, tess minni verður tosað um innaru viðurskiftini, um kenslur, dreymar og meiningar.

- Eg upplivi, at lok verður lagt á nógv óhugnalig viðurskifti so sum drykkjuskap og seksuellan ágang, sum finst í ovurmát her uppi. Niðurstøðan hjá mær er, at tað er lættari at tosa um hvønn annan, enn tað sum nívir. Hóast tað nívir at seta orð á kenslurnar og tær keðiligu upplivingarnar, er tað ikki minni neyðugt. Og tað nívir nógvar ferðir meira at dylja, tiga og látast, greiðir Anette frá.

Ein av venjingunum á drotningaskeiðinum er at skriva niður 25 ting, sum tú heldur teg duga væl. Anette sigur, at her upplivir hon, at føroysku kvinnurnar eru sera lítillátnar.

- Tit seta ómetaliga stór krøv til tykkum sjálvar, og siga til dømis, at hetta duga so nógv onnur eisini, ella hatta er onki uppá seg. Danskar kvinnur siga ofta, at tær duga væl at hava sex – hetta hevur ongin føroysk kvinna sagt enn, staðfestir Anette til endans. Og so kunnu vit spyrja okkum sjálvar, hví hon sigur so? 



Myndatekstur:

Anette Sundby er 53 ára gomul og hevur havt egið virkið síðani 1988.

Bókin “Find din indre dronning” er heitið á bókini, sum drotningaskeiðini hjá Anettu taka støðið í. Hon kemur aftur til Føroyar at halda skeið í september. 





Mynd: Jens Kristian Vang Model: Simona Mikkelsen

Kjóli: Beinta Vilhelmsen

Stivlar: Andrias í Vágsbotni

Hár og smyrsl: Cosmeto