Allir íbúgvar í Albert í Kanada fáa oljukekk

Við jøvnum millumbili verður fantaserað um oljukekkin, sum føroyingar (møguliga) fara at fáa tá og um oljupengarnir byrja at fossa inn í landskassan. Ì Alberta, Kanada, gerst hesin dreymur veruleiki í jannuar 2006 skrivar føroyingurin Jens Christian Justinussen úr Kanada. Tað er tann høgi oljuprísurin, sum hevur gjørt, at Alberta hevur fingið eitt óvæntað yvirskot uppá 6.8 mia. dollars. Ein part av hesum peningi hava tey valt at givið út til allar íbúgvarnar í Alberta

Jens Christian Justinussen
[email protected]

Í janauar 2006, fáa allir íbúgvar í Alberta, Kanada, ein óljukekk uppá 400 dollars per. person. Ein familja við tveimun børnum, fær sostatt 1600 dollars - skattafrítt.

Í alt fer stjórnin í Alberta at geva 1.4 mia dollars beinleiðis til fólkið. Oljukekkurin kemur ikki at ávirka aðrar inntøkur fólk hava frammanundan, sum t.d. pensión.

Øll, sum hava búðstað í Alberta, hava rætt til oljukekkin, undantikið tey, sum sita í fongsli og tey sum ikki hava goldið barnapening.

Alberta er oljuríkasta øki í Kanada og ovurhonds høgu oljuprísurnir seinastu tíðina hava givið tí almenna eitt óvæntað yvirskot. Serliga aftaná at orkanin Katrina herjaði í Mexikanska golfinum og smildraði 109 oljupallar.

Mett verður, at Alberta við sínari sandolju (t.e. olja, sum er í sandi, eitt slag av tjøru) hevur ikki minni enn 175 mia. tunnur av olju. Hetta er næststørsta oljukeldan í heiminum! Næst eftir Saudi Arabia, sum mett verður at hava 250 mia. tunnur av olju.

Trupulleikin við oljusandinum hevur verið, at tað krevur nógva orku at skilja oljuna frá sandinum. Prosessin krevur nógv gas og vatn og við lágum oljuprísum hevur tað ikki lønt seg at útvunnið oljuna. Men nú oljuprísurin er farin upp, er tað vorðið profitabult, og oljuvinnan í Alberta hevur tikið dik á seg. Seinastu fimm árini hevur tað verið investerað fyri 24.7 mia. dollars í hesa vinnu.

Flestu íbúgvar hava ikki beklagað seg yvir at fáa nøkur oyru eyka. Men røddir hava verið frammi um, at tað er sera óheppið at geva pengar út uppá hendan mátan, tí tað kann lætt føra til øvundsjúku í restini av Kanada, sum annars bert merkja høga oljuprísin við einari øktari olju- og hitarokning.

Ein maður helt, at 400 dollars hvørki gjørdi til ella frá og helt, at tað hevði verið nógv betur, um tað almenna brúkti pengarnar til at investera í sjúkrahús ella okkurt sovorðið.

Ein sølukvinna helt hinvegin: Hetta er nokk til at gjalda fyri granitvaskið, sum eg leingi havi ætlað mær at keypt.

Frank, sum er professari í búskaparfrøði segði: Forsetin Ralph Klein, 62 sum fer frá í pensión næsta ár, vil hava, at fólk skulu minnast hann við einum smíli

Óheldigvís er tað eitt smíl sum ikki kemur at vara leingi, tí skúlar, vegir og sjúkrahús eru so illa fyri av øllum niðurskerjingunum seinastu fimtan árini, at tað koma vit at blíva við at merkja.

Fíggjarmálaráharrin, Sherly McClellan, segði, at albertar hava uppiborið eitt sindur av viðvindi og hava onga grund til at hava ringa samvitsku av oljukekkinum.

Albertar hava arbeitt hart og givið nógv til provinsin

Alberta hevur goldið alla skuld aftur, og vit eru lægsta fíggjarliga byrðan í Kanada. Hetta eru pengar albertar sjávir kunnu brúka sum teimum listir - ella spara upp um tey vilja tað.

Báðir andstøðuflokkarnir, teir liberalu og demokratarnir, hava verið kritiskir yvirfyri oljukekkinum, men ikki nokk til at steðga honum. Tað er ringt at siga nei til pengar. Eisini um tú ert ein vinstrahallur demokratur:

Brian Mason: Eg eri ikki glaður fyri hetta tiltakið, tí hetta vísir, at stjórnin ongar langtíðarætlanir hevur. Men hinvegin, so eru nógv fólk hart fyri fíggjarliga. Tað eru fólk, sum hava brúk fyri einum lætta. Eg fari ikki at standa millum tey og ein kekk uppá 400 dollars.

Tann liberali Rick Miller segði: Fólk fara at brúka pengarnar uppá I-pods!

Tilsamans er yvirskotið í Alberta umleið 6.8 mia. kanadiskar dollars og kann áðrenn árið er úti koma upp á 8.8 mia dollars, tí oljuprísirnir eru enn óstabilir, segði figgjarmálaráharrin Shirley McClellan.

Ralph Klein, sum er forseti í Alberta, vísir aftur øllum kritikki um manglandi planlegging og sigur, at ætlanin er stutt sagt: at geva aftur, at investera og at spara upp.

Tað vit geva út við oljukekkinum er bert ein partur av samlaða yvirskotinum.

Restin av pengunum, sum er millum 70-75% av samlaða yvirskotinum, fara vit at investera í infrastruktur, skúlar, hospital og leggja til síðis til framtíðar nýtslu , segið Ralph Klein.