Almenn framsýning í Suðuroy við gomlum dansi

Leygardagin 30. apríl fara dansarar úr øllum landinum til Suðuroyar at vísa síni kynstur fyri almenninginum.

Tað hendir, tá ið fólkadansistevna verður í ítróttarhøllini í Trongisvági næsta leygardag. Dansistevna er annaðhvørt ár og hesuferð er tað fallið felagnum, Dansistovugaman, í Suðuroy, í lut at skipa fyri.

Dansistovugaman hevur limir úr allari Suðuroy hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri slíkari dansistevnu í Suðuroynni.

Stórur áhugi er fyri dansistevnuni, tí heili 270 dansarar úr øllum landinum hava meldað til. Sjálv stevnan byrjar við móttøku klokkan 10.30 leygarmorgunin og síðan verður farið undir dansifrálæru.

Men í samband við fólkadansistevnuna verður eisini almenn dansiframsýning í ítróttarhøllini klokkan 16 seinnapartin leygardagin.

Tá fara tey at dansa gamlir dansir, sum er eitt úrval av norðurlendskum og skotskum fólkadansum, linju- og standarddansum.

Tey, sum fara at vísa sín kynstur eru, tey í Dansistovugaman, umframt Dansihugni í Klaksvík, Dansifrøi úr Havn, Fragdin úr Hósvík og Dansigaman í Sandoy, og harafturat verða eisini linjudansarar úr Havn.

Á framsýningini fara dansarar hjá Onnu Kirstin á Tvøroyri at dansa standard-, fólka og linjudans og somuleiðis fara barna-, ungdóms- og vaksnir dansarar hjá Eyðbjørg Ellendersen í Hvalba vísa fram standard-, fólka- og linjudansir.

Hevur nakar hug at vita meiri um tey, sum dansa fólkadansir og aðrar gamlar dansir, ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Dansistovugaman, sum er at finna á: www. dansistovugaman.org