? Fólk við menningartarni hava sama virði og somu grundleggjandi tørvir og rættindi sum øll onnur í samfelagnum, men hetta er ikki altíð ein sjálvfylgja hjá familjum, har eitt av børnunum hevur størri ella minni brek og harvið serligan tørv, sigur Javni í tíðindaskrivi.
Í stevnumiðunum hjá Javna stendur, at familjan hjá einum barni við menningartarni skal tryggjast samskipaðan praktiskan og fíggjarligan stuðul, so at hon minst møguligt verður nívd av brekinum.
Nógv er broytt í Føroyum tey seinastu árini, men enn eru fordómar og avmarkingar, tá ið tað kemur til menniskju við menningartarni. Tað sum Javni ynskir er tryggleiki, og at øll kenna seg eiga ein lut í samfelagnum.
Javni ynskir ikki, at foreldur skulu vera óvitandi um hvønn rætt tey og barn teirra hava. Men felagið ynskir at um tú fært eitt barn, ið hevur serligan tørv, so eigur hetta at koma sum eitt tilboð til tín, og ikki at tú skalt út at berjast fyri barnsins rættindum. Tilboð kann t.d. vera um viðgerð, barninum tørvar, og um hvønn rætt heimið hevur, nú tey eru komin í eina nýggja støðu. Kanska er tað persónligur stuðul og praktisk ting fyri at lætta um brekið, alt eigur at verða lagað eftir tørvinum hjá tí einstøku familjuni.
Ætlanin við fundunum er, at ymsir persónar skulu lýsa støðuna. M.a. fara foreldur at greiða frá, hvussu fyrsta fráboðanin var teimum givin, og hvørji tilboð tey so fingu. Eisini vera pedagogar, fólk innan heilsuverkið og almannaverkið við á fundunum. Felagið vil á hesum fundum eisini fáa orð á kommunu- og landspolitikarar.
Tað eru tær lokalu økisnevndirnar sum skipa fyri fundunum, ið verða 24. februar. Fundirnir vera á Sjómansheiminum í Klaksvík, í Mentannarhúsinum í Fuglafirði, á Hotel Hafnia í Havn og á Hotel Bakka í Vági. Hvar fundurin í Vágum verður, er ikki heilt greitt enn. Skráirnar verða lýstar nærri seinri. Øll eru vælkomin.