Fyri stuttum gjørdu tey alment løntu í Danmark nýggjan sáttmála, sum næstu trý árini gevur 12,8% í lønarvøkstri. Formaðurin fyri Fag og Arbejde, Dennis Krsisensen, sum er felagið hjá kommunalum starvsfólkum, sigur tó, at tey ikki eru nøgd um hetta. Kravið frá FOA, sum nú sessast við samráðingarborðið, er í minsta lagið hálvtannað prosent meira. Hetta fyri at minka um gjónna millum privata og almenna arbeiðsmarknaðin. Dennis Kristensen er greiður um, at tað verður trupult, nú aðrir sáttmálar eru gjørdir, men hann sigur felagið vera til reiðar at fara í verkfall fyri at røkka kravinum.