Almennu skattalistarnir – alment eftirlit ella fornleivd

Hendan greinin stóð í Sosialinum í 24. novembur 2014.

Skattalistarnir verða komandi dagarnar lagdir fram til alment eftirlit í kommunuskrivstovunum kring landið. Spurningurin er tó, um almennu skattalistarnir tæna sínum endamáli, ella um teir eru ein fornleivd frá farnari tíð.

 

Skattalistin er eitt skjal, ið gevur tær yvirlit yvir, hvussu høga skattskylduga inntøku ein persónur hevur. Føroyska skattalógin staðfestir, at skattalistarnir skulu liggja frammi til alment eftirlit í ellivu yrkadagar. Føroyar eru eitt av fáu londunum, hetta verður gjørt. Hini eru Noreg, Svøríki og Ísland. Í Danmark standa einans virki, fyritøkur og grunnar á almennu skattalistunum. Í Íslandi, Svøríki og Finlandi er skipanin meinlík tí føroysku, meðan í Noregi eru skattalistarnir talgildir og atkomiligir á alnetinum, umframt at tú fært kunning um skattskylduga inntøku, ogn og rindaðan skatt.

 

TAKS sigur, at endamálið við almennu skattalistunum er, at fólk skulu kunna gera vart við, um tey hava varhuga av, at onkur ikki hevur uppgivið alla sína skattskylduga inntøku.

 

Fyrr varð skattskyldug inntøka, skattað inntøka og rindaði kommunuskatturin upplýstir, men hetta varð broytt við nýggju skattalógini í 1978.

 

Almennu skattalistarnir eru ein siðvenja, ið røkkur heilt langt aftur, líka aftur í 19. øld. Upprunaliga endamálið við at almannakunngera skattalistarnar var at tryggja sær, at øll góvu rætta kunning til skattamyndugleikarnar, og soleiðis rindaðu rættan skatt. Ein kann samanfata grundgevingarnar fyri almennum skattalistum undir yvirskriftunum gjøgnumskygni og fólkaræðislig stýring.

 

Gjøgnumskygni

Upprunaliga endamálið við almennu skattalistunum var fyrst og fremst, at ein kundi eftirkanna sínar egnu upplýsingar og tryggja sær, at ein hevði goldið rættan skatt. Almennu skattalistarnir eru ein siðvenja, sum røkkur nógv longri aftur enn sjálvuppgávan, ið nú verður send til hvønn einstakan borgara, ofta meiri ella minni liðug útfylt.

 

Í almennu skattalistunum liggur eisini ein kimi til alment eftirlit við hvørjum øðrum. Sum skrivað er í skattalógini, so liggja listarnir frammi til alment eftirlit. Við at skattalistarnir eru almennir, er tað jú ein møguleiki at eftirkanna, hvat onnur hava uppgivið í skattskyldugari inntøku. Soleiðis skal hetta virka sum ein avskrekkari fyri at arbeiða svart, við at onnur, ið kenna til tað svarta arbeiði, kunnu avdúka, at uppgivna skattskylduga inntøkan ikki samsvarar við veruligu inntøkuna.

 

Onkur draga eina samanbering millum almennu skattalistarnar og lógina um alment innlit, og siga, at hetta eru tveir partar av somu alin. Hetta er enn eitt stig á leiðini til eitt gjøgnumskygd samfelag. Hetta er ein møguleiki hjá fólkinum at hava eftirlit við, at landið fær tað, ið landið skal hava, ella við øðrum orðum, at onkur annar ikki roynir at snýta í skatti. Skattavaldið kann ikki eftirkanna allar skattauppgerðirnar, men við almennu skattalistunum er gjørligt hjá fólki, at gera sær eina meting av, um fólk munnu hava uppgivið rættar upplýsingar til skattamyndugleikarnar. Soleiðis eru almennu skattalistarnir eitt slag av fólkaræðisligari stýring.

 

Atfinningarnar móti hesi siðvenju eru fleiri. Nøkur vilja vera við, at hetta nørir upp undir ein “lúrara-hugburð,” har fólk liggja og sneyta eftir hvørjum øðrum, í upplýsingum, sum í veruleikanum als ikki viðkoma teimum. Onnur, millum annað løgreglan í Oslo, vilja vera við, at skattalistarnir geva kriminellum møguleikan at eyðmerkja teirra næstu innbrotsoffur.

 

Við tað at skattaútrokningin í dag í stóran mun verður gjørd av tí almenna, grundað á kunning, sum tað almenna sjálvt heintar frá ymiskum stovnum, kunnu spurnartekin setast við, um almennir skattalistar yvirhøvur tæna sínum upprunaliga endamáli.

 

Vit fáa øll skattauppgerðina senda til okkara, so vit lættliga kunnu kanna, um hon er røtt. Vit fáa enntá eina kladdu tilsenda, sum vit sjálvi verða biðin um at rætta. So týdningurin av at hava eftirlit við sínum egnu upplýsingum er burtur, vilja tey vera við.

 

Eftir er so einans grundgevingarnar fyri at hava eftirlit hvør við øðrum. Tó so, siga tey, skattaútrokningarnar eru so torgreiddar, at tað er ógjørligt hjá leikfólki at meta um, hvørt skatturin hjá hesum ella hasum er rætt útroknaður. Harumframt er tað einans skattskylduga inntøkan, ið verður uppgivin, og ikki hvussu nógvan skatt viðkomandi rindar. Harvið er møguleikin fyri samanbering burtur, og ilt er hjá fólki at meta um, hvat rættvísi er í skattaútrokningunum.

 

Sofus Johannesen vísir eisini á, at skattskylduga inntøkan sigur lítið um, hvussu nógvur skattur verður goldin. Serliga eru tølini misvísandi, um viðkomandi arbeiðir uttanlands, við tað at ymiskar skattareglur eru galdandi fyri ymisku londini, og í fleiri førum er stórur møguleiki fyri, at viðkomandi ongan skatt hevur rindað í Føroyum.

 

Skert privatlív

Ein annar spurningur kemur eisini á breddan, atliti at rættinum til eitt privatlív. Eru tíni fíggjarligu viðurskifti ikki ein privat søk? Hvat kemur tað øðrum við, hvørja løn eg havi vunnið mær, og hvat eg rindi í skatti? Í kjakinum í Noregi hevur verið ført fram, at almennu skattalistarnir eru eitt brot á grein átta í evropisku mannarættindasáttmálanum, ið viðvíkur rættinum til virðing fyri privatlívinum og familjulívinum.

 

Evropiski mannarættindasáttmálin sigur, at ein og hvør hevur rætt til virðing fyri sínum privatlívi og familjulívi, sínum heimi og sínum samskifti. Harnæst staðfestir sáttmálin, at tað er ikki loyvt almennum myndugleikum at gera nakað inntriv í hendan rætt, uttan so at hetta er neyðugt í einum fólkaræðisligum samfelag við atliti at trygd landsins, at trygd tess almenna ella at landsins fíggjarligu vælferð, fyri at fyribyrgja óskili ella brotsverkum, fyri at verða heilsu ella morali ella fyri at verja rættindum og frælsi annara.

 

Atfinnandi røddir vilja vera við, at innlit í privatu fíggjarviðurskiftini hjá einstaklingum aldrin kunnu fatast sum ein hóttan móti tjóðini, tí almenna ella landsins fíggjarligu vælferð, og tí burdu skattalistarnir als ikki verið almannakunngjørdir. Tey vísa eisini á, at meðan tað kann vera eitt ávíst eftirlit við teimum ríku í samfelagnum, so kenna tey fátækstu seg í samfelagnum úthongd. Meðan skattalistarnir sjálvdan fortelja alla søguna um tey ríkastu í samfelagnum, so er gjørligt hjá øllum at síggja, júst hvussu fátøk tey fátøku eru.

 

Sum sagt, so liggja skattalistarnir frammi á kommunuskrivstovunum kring landið komandi dagarnar, til alment eftirlit. Í ellivu dagar kunnu vit øll spáka oman og kanna okkara egnu skattskyldugu inntøku, tað, hjá okkara vinum, foreldrum, starvsfelagum, stjórum, politikkarum og landsstýrismonnum. Av Snarskivuni í Tórshavn siga tey tó, at almenni áhugin er sera avmarkaður. Tey hava nøkur reglulig vitjandi, sum koma ár eftir ár, men tey eru fá. Harumframt vitja fjølmiðlarnir av og á, men alt í alt er áhugin sera lítil.