Róðrarfelagið Knørrur skipar fyri familjudegi við ymsum tiltøkum, eitt nú barnaróðri. Flaggdagin, sunnudagin 25. apríl, verður almennur familjudagur í Vágsbotni. Millum upplivingarnar er eitt nú barnaróður á vágni, hundasýning, andlitsmáling, køkutombola og fiskibrunnur. Nýbakaðar vaflur og annað leskiligt verður eisini at fáa.
Tað er Róðrarfelagið Knørrur, ið skipar fyri tiltakinum, sum byrjar klokkan 13.30 og varir út á dagin.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur róðrarfelagið.