Almennur stovnur heldur starvsfólk fyri tað turra spott
Seks stuðulsfólk hjá einum rørslutarnaður manni verða noydd at renna frá Peri til Poul fyri at fáa teir pengar, teir hava rætt til
Almenn fyrisiting
Áki Bertholdsen
[email protected]
? Tað er nógv fyri at vera hildin fyri tað turra spott av einum almennum stovni.
Gunhild Gaard og Maria Dalsgarð í Havn hava mist ein stóran part av tí áliti, tær høvdu á almennu fyrisitingina í Føroyum.
Óteljandi ferðir hevur ein almennur stovnur lovað at betala teimum nakrar krónur, sum tær í langa tíð hevur átt til góðar.
Men higartil hevur tað verið til fánýtis.
Ístaðin fyri at betala peningin, verða tær sendar frá starvsfólki til starvsfólk og frá Peri til Poul í almennu fyrisitingini, tí tað er altíð onkur annar enn tann, tær hava fingið fatur á, sum eigur at avgreiða málið.
? Eg føli meg rætt og slætt hildna fyri tað turra spott, tí her hendur onki, uttan at eg verðið drigin runt í einum almennum sirkussi, sigur Gunhild Gaard, sum hevur havt mesta stríði av hesum, men Maria Dalsgarð er í somu støðu.
20.000 krónur í buktini
Gunhild Gaard og Maria Dalsgarð arbeiða hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin, sum er undir Heimarøktini og Serforsorgini.
Har eru tær stuðlar hjá einum ógvuliga rørslutarnaðum manni.
Í summar skuldi maðurin til Danmarkar til viðgerðar á sjúkrahúsi, men haðani var treytin, at hann skuldi hava hjálparfólk við sær, tí hann er so rørslutarnaður, at hann krevur røkt alt samdøgurið.
Sostatt fekk hann stuðul niður við sær. Tilsamans vóru vit seks stuðlar, sum skiftust um at verða niðri hjá honum, nakrar dagar ísenn.
Sjálv var Gunhild Gaard niðri við manninum í 10 dagar og Maria Dalsgarð var eisini niðri í somu ørindum í eitt tíðarskeið.
?Tá ið stuðlar arbeiða uttanfyri tænastustaðið, eiga teir dagpening, sum er 360 krónur um dagin og 200 krónur heimkomudagin.
?Sostatt eigi eg 3800 krónur í dagpengum fyri ferðina og tilsamans eiga allir teir seks stuðlarnir tilsamans einar 20.000 krónur í dagpeningi.
Sjálv fekk Gunhild Gaard fekk 1000 krónur í dagpengum frá Landssjúkrahúsinum og sostatt eigur hon 2800 krónur eftir í dagpengum, sum hon skal fáa frá stuðulsfólkaskipanini.
? Men tað er hesin dagpeningur, sum tað er heilt ómøguligt at fáa útgoldnan.
? Tann 7. september vóru allir seks stuðlarnir heimkomnir og dagin eftir fyltu vit pappírini út í sambandi við dagpeningin og avlevera tey á stuðulsfólkaskipanini dagin eftir tann 9.september.
Sirkussið byrjar
Gunhild Gaard sigur, at tá er tað at sirkussið byrjar.
? Fyrst fekk eg fatur einum starvsfólki, sum hevði beint málið víðari til eitt annað starvsfólk, sum hevði beint málið víðari til eitt annað starvsfólk, sum aftur hevur beint málið víðari til eitt heilt annað starvsfólk.....
? Frá hesum seinasta starvsfólkinum fekk eg so kortini eitt greitt svar og tað var, at hon hevði so nógv at gera í sambandi við fíggjarlógini, at hon hevði ikki stundir at taka sær av dagpeningamálinum fyrrenn um 14 dagar.
? Tað var í øllum førum eitt greitt svar og so visti eg tað.
? Men tá ið 14 dagar eru gott og væl farnir og ongin peningur framvegis er útgoldin, ringi eg aftur til hetta seinasta starvsfólki, sum hevði biðið meg bíða í 14 dagar. Hetta starvsfólki segði nú, at nú hevði hon verið í sambandi við fíggjarmálaráðið, sum hevði boðað frá, at peningurin skuldi útgjaldast.
Men tað var altso ikki hon, sum skuldi gjalda peningin út, so hon hevði sent málið aftur, haðani tað upprunaliga var komið
Gunhild Gaard sigur, at so var onki at gera uttan at byrja alla mylluna umaftur!
Og so varð farið á Stuðulsfólkaskipanina einaferð afturat.
Men nei!
Nú var akkurát tann sjúk, sum skuldi avgreiða málið og tað var onki annað starvsfólk, sum kundi avgreiða tað.
Nakrar dagar seinni er hendan blivin frísk aftur og tá ringir hon aftur og sigur, at hon varð noydd at senda málið víðari til eina, sum ananrs eisini hevði havt málið einaferð fyrr, men sum somuleiðis hevði beint tað víðari.....
? Eg fekk so aftur fatur á fólkinum, sum hevði málið og hon lovaði at brúka alla sína orku uppá at avgreiða málið.
Einar tveir dagar seinni lovaði hon at peningurin skuldi verða útgoldin dagin eftir.
Men eina lítla viku seinni var framvegis onki hent.
So aftur í telefonina og einaferð enn lovaðu tey, at nú skuldi tað vera.
Men enn er so onki het!
Almenn umsiting má vera dýr
Gunhild Gaard sigur, at er hetta eitt typiskt dømi um okkara almennu umsiting, er onki at siga til, at hon er dýr, tí hetta málið átti at verið so einfalt, sum tað yvirhøvur kann vera. Tí torir nóg illa at hugsa sær skilið, táið okkurt fløkt mál er til viðgerðar.
? Hóast eitt starvsfólk hevur lovað at brúka alla sína orku uppá tað, hevur fyrisitingin ikki enn megnað at avgreitt eitt rættiliga einfalt mál um dagpening, so eg veit ikki, hvussu verður, tá ið okkurt ordiligt er á vási, sigur Gunhild Gaard.
Hon sigur, at tað er ikki lítið, hon hevur brúkt at tíð og telefon fyri at fáa hendur á dagpenininginum.
? Feilurin er kanska, at tey vita ikki, hvørjum kassa peningurin skal betalast úr. Men tað kunnu vit ikki svíða fyri. Tilsamans er kanska talan um 20.000 krónur, sum hesir seks stuðlarnir eiga í dagpengum og tað má almennna fyristingin hava rygg til at rinda, so kunnu tey aftaná finna útav, hvør kassi skal betala, sigur Gunhild Gaard.
Hon sigur, at hon hevur fyrr verið av landinum í slíkum ørindum og tá hava ongir trupulleikar verið við dagpeningi. Men tá var tað Almannastovan,sum umsat økið.
Men nú tey eru komin undir stuðulsfólkaskipanini, vísir tað seg at vera heilt ómøguligt at finna útav tí.
Og hon leggur afturat, at sum støðan er nú, fer hon at hugsa seg fleiri ferður um, áðrenn hon einaferð afturat átekur sær eina slíka uppgávu fyri ein rørslutarnaðan.
?Hetta er so langt úti, at tað átti ikki at komið fyri. Hjá tí almenna er talan um piparnøtur, men hjá okkum er tað als ikki týdningarleyst og tá ið vit høvdu fylt pappírini út, væntaðu vit, at hetta var ikki annað enn eitt avgreiðslumál, sigur Gunhild Gaard at enda.
Skulu hava sínar pengar
Leiðarin á Stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin, Regin Johansen, er á skeið hesar dagarnar, so haðani fekst ongin viðmerking.
Mary í Garði, sum er leiðari á Heimarøktini og Serforsorgini, sigur, at tað er ongin ivi um, at hesi fólkini eiga rætt til dagpening.
Men tað er altíð tann einstaki stovnsleiðarin, sum skal avgreiða slík mál, altso í hesum føri leiðarin á Stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin.
Men hon sigur, at viðhvørt kann tað vera eitt ivamál um, hvørjum kassa ein samsýning skal rindast.
? Men í slíkum føri er mannagongdin tann, at starvsfólkið skal í øllum førum hava sín pening beinanvegin og so mugu teir ymsu kassarnir aftaná finna útav aftaná, hvør av teimum tað er, sum eigur útreiðsluna, sigur Mary í Garði.