In.fo kundi fyrr í dag avdúka, at Pól Jóhannus ikki heldur fram í NSÍ, og at hann sannlíkt fór til EB/Streym. Tað er nú alment, at landsliðsspælarin hevur heimavøll við Margáir komandi tvey árini.
Les eisini: Pól Jóhannus heldur ikki fram í NSÍ
Heimsíðan hjá felagnum skrivar soleiðis:
EB/Streymur hevur í kvøld gjørt ein 2 ára sáttmála við Pól Jóhannes Justinussen, sum kemur at spæla við felagnum frá komandi ári.
Pól Jóhannes er 24 ára gamal og hevur í heimligu kappingini umboðað NSÍ, GÍ og B68. Seinasta hálva annað árið hevur hann spælt við NSÍ.
Harumframt hevur Pól Jóhannus umboðað Føroyar á landsliðnum í fleiri ár.
Les eisini: NSÍ missur landsliðsspælara