Kommunumál
Longu fyri tíggju árum síðan hevði Nes kommuna ítøkiligar ætlanir um, hvussu skúlin á Toftum skuldi byggjast út, men kreppan, sum reið um alt samfelagið tá, førdi til, at hesar ætlanir vórðu lagdar til síðis.
Soleiðis sigur kommunan í sonevndu formansfrágreiðingini til roknskapin fyri 2001, sum borin varð í hvørt hús í Nes kommunu herfyri.
Lagt verður aftrat, at bygdaráðið arbeiðir nú aftur við at fyrireika skúlaútbygging, sum mett verður at vera alneyðug.
Á fíggjarætlanini fyri 1999 vóru 2 milj. krónur settar av, 3 milj. krónur í 2000 og 3,5 milj. krónur í 2001. Í ár eru 2,7 milj. krónur settar av. Hetta gevur stívliga 11 milj. krónur yvir fýra ár.
Við árslok 2001 var skúlabarnatalið í Nes kommunu 203.
Undir bygging í ár
Í frágreiðingini verður eisini víst á, at tørvurin á røktarplássum til tey gomlu og veiku økist støðugt.
Saman við hinum kommununum í oynni, eigur Nes kommuna Eysturoyar Ellis-og Røktarheim og Umlættingarheimið í Gøtu. Aftrat hesum verður Vistarheimið í Runavík brúkt, og nøkur fólk í kommununi hava eisini verið til umlætting í kommunalum sambýlum aðrastaðni.
Nú verður so arbeitt við at fyrireika bygging av einum eldrasambýli í Tøvuni á Toftum.
Grundstykkið verður gjørt byggibúgvið, og Nes kommuna miðjar eftir at fara undir sjálva byggingina í hesum árinum.