Alneyðugt við fleiri nýggjum dómarum

Fótbóltur: Formaðurin í dómaranevndini heldur, at í løtuni er tað ikki hugsingur um at loysa dómaraábyrgdina frá feløgunum

Leygardagin hittust fótbóltsdómararnir og dómaranevndin hjá FSF til fundar í Havnini. Á skránni var eftirmeting av farna árinum og tos um komandi kappingarár og støðuna yvirhøvur viðvíkjandi døming og dómarum.

? 29 dómarar vóru á fundi, og breið semja var um, at útlitini eru ikki øll so hugalig. Stóri trupulleikin er, at tað tykjast vera ov fáir, sum eru sinnaðir at gera karrieru í dømingini. Vit hava regluliga skeið fyri nýggjum dómarum og verandi dómarum, men tíverri vísir tað seg aftur og aftur, at nógvir, sum fáa prógv, og sum vísa seg at hava hegni at døma, detta burtur ímillum, og vit síggja teir ikki aftur.

Hetta sigur Óli Holm, formaður í dómaranevndini hjá Fótbóltssambandinum. Hann ásannar, at tað kanska er minst takksama uppgávan í fótbótlinum at døma, men hann staðfestir eisini, at tað er alneyðugt at halda fram við útbúgvingini, og at Fótbóltssambandið og feløgini í felag gera sítt ítarsta fyri at fáa ungar menn at taka dómaraavbjóðingina í álvara.

? Hetta hevur nakað við hugburðin at gera. Vit skipa fyri skeiðum, og tað er gott, men um góðir dómarar skulu spyrjast burturúr, so er neyðugt, at teir taka uppgávuna í stórum álvara. Tað vil m.a. siga, at teir hava hug og vilja til at stríðast fyri at gerast bestu dómararnir, og her halda vit ikki, at gongdin hevur verið nóg góð tey seinnu árini.

Onkuntíð hevur verið tosað um, at ábyrgdin fyri dømingini eigur at verða loyst frá feløgunum. Eru tit komnir nærri hesum nú, enn tit hava verið?

? Tað er eingin ósemja um, at hetta hevði verið tað besta. Men í løtuni dugi eg ikki at síggja nakran møguleika fyri, at hetta skal gerast veruleiki. Støðan er ikki nóg góð, og um tað bara var FSF og ikki eisini feløgini, sum høvdu ábyrgdina, so er eingin ivi um, at støðan hevði versnað heilt nógv. Tí er ikki hugsningur um hetta enn, men tað hevði verið fínt, um hetta kundi gjørst veruleiki eina ferð í framtíðini. Ofta sammeta vit okkum við onnur lond, og har kann eg t.d. nevna, at í Noregi halda teir seg ikki vera komnar so mikið langt, at teir hava hildið tað verið ráðiligt at sloppið feløgunum undan beinleiðis ábyrgdini fyri dømingini, vísir Óli Holm á.


Kappingin skal

styrkjast

Á fundinum leygardagin var fatanin, at menningin í dømingini ikki gongur heilt so skjótt, sum hon gongur í fótbóltsspælinum:

? Hetta er ein metingarspurningur, og hetta hevur við tilgongdina at gera. Vit ynskja, at eygleiðaraskipanin skal hava størri avleiðingar, enn hon higartil hevur havt. Men hetta er ikki bara sum at siga tað. Vit hava átta ella níggju dómarar, sum hava dømt í 1. deild. Um vit halda, at ein ella tveir teirra í hvussu so er í eina tíð høvdu havt gott av at dømt í 2. deild, so skuldu vit havt ein ella tveir aðrar, sum skuldu fingið møguleikan í bestu deildini, og tað er her, at tað knípir, sigur Óli Holm.

Hesi bæði seinastu árini hava tveir leirvíkingar verið nýggja manningin í 1. deild. Í fjør dømdi Petur Hansen, men í ár hevur hann verið í Danmark. FSF hjálpti til, soleiðis at hann hevur fingið dómarauppgávur í donskum fótbólti, og at tað hevur eydnast, vóna teir í FSF fer at koma føroyskari døming til góða í framtíðini. Hin nýggi dómarin er Petur Reinert, sum fram móti kappingarenda dømdi fleiri ferðir í 1. deild.

? Tað krevur tol at gerast ein góður dómari. Um tað skal eydnast, so skalt tú vera stinnur í teoriini, og tú skalt sum ungur døma í yngru deildunum og í lægru deildunum og arbeiða teg upp. Ein góður 1. deildardómari hevur drúgvar royndir í at døma, og tí er tað, at vit kvíga eitt sindur fyri framtíðini, um ikki fleiri ungir menn taka dømingina í álvara.

? Í ár gavst Petur Erhard Kjærbo. Niklas á Líðarenda og Kim Ejdesgaard hava nøkur ár eftir enn, áðrenn teir fella fyri 50 ára aldursmarkinum, sum vit hava í Føroyum, og so vóna vit, at tað tá, og helst áðrenn ta tíð, fara at vera ungir og evnaríkir dómarar, sum fara at brenna eftir at fáa uppgávuna at døma í 1. deild. Hetta er ikki altíð so takksamt, men tað eigur at vera ein avbjóðing, heldur Óli Holm, formaður í dómaranevndini hjá Fótbóltssambandinum.